Tað er nú greitt, at Karl Johansen, sum er borgarstjóri í Klaksvík, eisini fer at halda fram sum borgarstjóri.
Hann var toppskorari á valinum og nú hevur Sambandsflokkurin tveir býráðslimir í Klaksvík, og tað er langt síðani, at hann hevur havt tað seinast.
Eisini Tjóðveldi vinnur ein býráðssess og hevur bú tveir.
Og tað ljóðar úr Klaksvík, at har hava tey longu sett úr í kortið, og tað er at gera eina samgongu uttan um Fólkaflokkin, sum annars er størsti flokkur í býráðnum við fimm av teimum 11 býráðslimunum.
Sostatt hava tey avtalað at gera samgongu ímillum Sambandsflokkin, sum fekk tveir býráðslimir, Tjóðveldi, sum eisini fekk tveir býráðsloimir, Sjálvstýrið og Javnaðarflokkin, sum hava hvør sín býráðslim. Teir listarnir hava sostatt seks av teimum 11 býráðslimunum, og Fólkaflokkurin við sínum fimm býáðslimum, sigur í andstøðu.
Ein partur av tí avtaluni er, at Annika Steintórsdóttir Biskopstø, verður varaborgarstjóri.