Nývalda bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í dag skipað seg. Karl Vilhelm Hansen verður borgarstjóri og Tóri Simonsen verður varaborgarstjóri.
Á valinum týsdagin vórðu allir fimm limirnir í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu nývaldir.
Tað vóru tveir listar. Lisa A fekk 202 atkvøður og fýra bygdaráðslimir valdar, og listi B fekk 89 atkvøður og ein bygdaráðslim valdan.
Karl Vilhelm Hansen var fyrstvaldur við 49 persónligum atkvøðum. Nú er hann borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.
Ráð og nevndir
Borgarstjóri
Karl Vilhelm Hansen
Varaborgarstjóri
Tóri Simonsen
Havnanevnd
Formaður: Tóri Simonsen
Nevndarlimur: Kristian Petersen
- Varaumboð: Pól Fuglø
Nevndarlimur: Sjúrður Sivertsen
- Varaumboð: Poul Jacob Zachariassen
Skúlastýrið
Umboð bygdaráðsins
Dan Nysted
Kristian Petersen
- Varaumboð: Pól Fuglø
Trivnaðarnevnd
Kristian Petersen
Dan Nysted
Sanna Akurstein
Umboðsráðslimur í SEV
Pól Fuglø
- Varaumboð: Dan Nysted
Umboðsráðslimur í IRF
Tóri Simonsen
- Varaumboð: Kristian Petersen
Teknisk Nevnd
Formaður: Dan Nysted
Nevndarlimur: Pól Fuglø
Nevndarlimur: Sigmar Sørensen
Skattakærunevndin
Karl Vilhelm Hansen
Umboð í kommunufelagnum
Karl Vilhelm Hansen