Karin Margretha Húsgarð Larsen helt bestu snarrøðuna

Hon dugdi sera væl at lýsa eitt evni, sum er torskilt fyri nógv, um avleiðingarnar av hitnandi sjónum í Bankarennini, helt dómsnevndin

Mynd: gransking.fo
gransking.fo
29. september 2024 kl. 22:45

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøku var ein snarrøðukapping við 4 luttakarum.

Hvør luttakari fekk 150 sekund at greiða um eitt evni, sum tey sjálvi høvdu valt.

Ein dómsnevnd metti um framløgurnar.

Dagmar Joensen-Næs segði vegna dómsnevndina, at tey hildu talan vera um fýra sera áhugaverdar framløgur. Tey settu viðkomandi spurningar og høvdu øll eitt lætt skiljandi mál.

Nevndin varð samd um, at Karin Margretha Húsgarð Larsen helt bestu røðuna. Nevndin helt, at hon dugdi sera væl at lýsa eitt evni, sum er torskilt fyri nógv, um avleiðingarnar av hitnandi sjónum í Bankarennini. Hon byrjaði við at lýsa ein trupulleika, sum kundi tykjast at vera lítil, men sum framløgan gekk gjørdist greitt, hvussu økti hitin kann hava ávirkan á alla vistskipanina og veðurlagið.

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá Heilsustýrinum, Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.