Kári P avloysir Asyllex í á HeiMA

Í dag verður møguligt at hoyra Kára P syngja kendastu sangirnar hjá sær á HeiMA í Nólsoy. Hann kom inn sum avloysari seint í...

Innsent
31. mars 2018 kl. 10:38

Í dag verður møguligt at hoyra Kára P syngja kendastu sangirnar hjá sær á HeiMA í Nólsoy. Hann kom inn sum avloysari seint í gjár.

Tíverri hava Asyllex, vegna sjúku, verið noyddir at geva avboð til HeiMA. Vit vóna influensan sleppur taki á røddini sum skjótast. Góðan bata, ynskja vit teimum.

Vit hava í staðin fingið ein av okkara sera vældámdu tóna- og orđasmiðjum at koma í teirra stað. Vit eru ser glað fyri at hann hevði møguleikan at koma, og Kári P hevur lovað okkum, at hann kemur á HeiMA við teimum góðu og vælkendu sangunum. Kári P spælir í húsunum og til somu tíðir sum Asyllex skuldu spæla.