Fyrsti var skotski ”Trainspotting”, sum Chik Collins innleiddi, og mikudagin 7. september fer Kári Leivsson, sálarfrøðingur, at innleiða sýningina við amerikanska filminum ”Geyksreiðrið”.
Tað var Milos Forman (1932–2018), sum í 1975 gjørdi ”One Flew Over the Cuckoo’s Nest”, ið vann fimm Oscarvirðislønir og byggir á skaldsøgu hjá Ken Kesey (1935–2001).
Hin trífalt Oscarvirðislønti Jack Nicholson er Randall McMurphy, ið er ákærdur fyri neyðtøku, og mettur at verða so vandamikil, at hann skal leggjast inn á eina deild fyri sálarsjúk, heldur enn at verða settur í fongsul.
Her kemur hann inn í eina kensluleysa samfelags- og viðgerðarskipan, sum fyrst og fremst verður lýst við yvirsjúkrasystrini, Nurse Ratched, hvørs atferð McMurphy ikki á nakran hátt kann sættast við.
Í staðin øsir hann hinar sjúklingarnar, ella klientarnar, upp, og fær teir at krevja sín rætt, og ikki á nakran hátt at geva seg undir hesa meiningsleysu yvirvøld. Samstundis er tað áskoðaranum greitt, hvør vinnur í ójavna dystin um maktina á afturlatnu deildini.
Enn tann dag í dag eru flestu ummælarar á einum máli um, at hetta er týdningarmesti filmur, sum lýsir støðuna hjá sálarsjúkum á afturlætnari deild. Filmurin kveikt Føroya fyrsta filmsleikstjóra, Katrina Ottarsdóttir, at útbúgva seg innan film.
Filmsfelagið vísir í heyst fýra klassikarar, nú 60 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað í Havnar Bio.
Sýningarnar eru almennar og atgongumerkjasølan er byrjað.
7/9 kl 20:00 One Flew Over the Cuckoo’s Nest (Milos Forman USA 1975 133 min)