Kári er framvegis limur í flokkinum

Nú verður talt niður, inntil tað verður alment, at fýra av býráðslimunum bjóða seg fram á nýggjum lista á býráðsvalinum í Havn

Jonhard Hammer
19. oktober 2024 kl. 12:03

Enn er tað ikki alment, men tað tykist ikki at vera nakar ivi. Umframt listarnar hjá politisku flokkunum vera tað tveir aðrir listar á býráðsvalinum í høvuðsstaðnum.

Ein borgaralisti bjóðar seg fram, og ein annar listi verður kunngjørdur í dag ella í morgin og í seinasta lagi týsdagin, tá ið freistin fyri at lata listar inn verður úti.

Kári Johansen er ein av fýra býráðslimum hjá javnaðarflokkum í Havn, sum ikki er á javnaðarlistanum. Hann boðaði fyrst frá, at hann fór at stilla upp fyri Framsókn, men í vikuni tók hann seg av aftur listanum hjá Framsókn.

Síðani hava miðlarnir roynt at fingið orðið á hann, men tað er ikki eydnast. Í gjár møttu vit honum á vestara kaiøki í Havn. Kári Johansen er formaður í havnarnevndini, og hann var sum altíð fryntligur, tá ið vit hittu hann, men hann vildi ikki tosa um politikk.

Tað einasta, sum hann vildi svara uppá, var tá ið vit spurdu, um hann nú hevur meldað seg úr Framsókn.

-Nei, tað havi eg ikki. Eg eri framvegis limur í Framsókn, men eg havi tikið meg av listanum hjá Framsókn til býráðsvalið, segði Kári Johansen.

Á býráðsvalinum fyri fýra árum síðani fekk 5777 atkvøður og seks býráðslimir valdar.

Teir vóru hesir

Heðin Mortensen

2284

persónligar atkvøður

Tróndur Sigurðsson

882

persónligar atkvøður

Kristianna Winther Poulsen

440

persónligar atkvøður

Kári Johansen

268

persónligar atkvøður

Súna Mørk

258

persónligar atkvøður

Bjørg Dam

202

persónligar atkvøður

Tróndur Sigurðsson, Kari Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam eru ikki á javnaðarlistanum hesa ferð. Tey vera øll á listanum, sum skjótt verður kunngjørdur.