Karelia á veg til Føroya aftur

Russiska skipið, sum fyri nøkrum vikum síðan lá á Klaksvík, og sum hevur verið í sóttarhaldi í Kaliningrad hevur aftur kós móti Føroyum

Sveinur Tróndarson
26. august 2020 kl. 08:04

Russiska skipið, Karelia, sum næstan hvørt mansbarn í Føroyum lærdi navnið á fyri nøkrum vikum síðan, tá fleiri enn 20 mans umborð fingu staðfest koronasmittu, hevur aftur kós móti Føroyum.

Tað sæst millum annað á Marine Traffic, sum er eitt forrit, sum ikki bara vísir hvar skipini uppihalda seg, men eisini hvør kósin er. Og tá hugt verður eftir kósini hjá Kareliu sæst, at hon hevur kós móti Tórshavn.

Kelda: marinetraffic.com

Upplýsingarnar á marinetraffic.com vísa, at Karelia fór úr Kaliningrad fyri fýra døgum síðan, og at hon kemur á Havnina seinnapartin í dag.

Dimmalætting hevur tosað við Michael Boolsen, fúta, og Lars Fodgaard Møller, landslækna, og teir eru báðir varugir við, at skipið er á veg.

- Eg fái fráboðanir um hatta skipið, so tað visti eg fyri nøkrum døgum síðan, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Spurdur, hvussu hann fyriheldur seg til, at skipið nú aftur kemur í føroyska havn, sigur hann, at hann ger tað sama, sum hann plagar at gera í øðrum førum.

- Skipið hevur ligið í sóttarhaldi í Kaliningrad í eina tíð nú, og tí mugu vit ganga út frá, at alt er sum tað skal vera, sigur landslæknin. 

Út yvir tað hevur hann sum so ongan myndugleika yvir skipinum, og vísir tí til Michael Boolsen, fúta, sum eisini er formaður í epideminevndini. Og eisini hann hevur vitað av skipinum.

- Ja, eg sá fyri nøkrum døgum síðan, at skipið setti kós móti Føroyum, og kemur tað her, so eru treytirnar tær somu sum tær eru hjá øðrum skipið. Manningin sleppur ikki í land. Og skal hon í land, so skal hon testast áðrenn, sigur Michael Boolsen.

Spurdur um tað er ráðiligt, at eitt skip, sum hevur havt so nógv tilfeldi av korona umborð, sleppur at í Føroyum sigur hann, at hann ikki hevur myndugleika at nokta skipinum. Ta uppgávuna hava aðrir føroyskir myndugleikar, og tí ger hann ikki fleiri viðmerkingar til tað.