Kar til hemarar møtir mótstøðu

Sjósavnið hevur stórar ætlanir. Ætlanin er, at livandi hemarar skulu svimja í einum kari, sum verður sett upp beint uttanfyri Sjósavnið. Ætlanin møtir mótstøðu

Sigurjón Einarsson
12. mai 2021 kl. 13:22

Fleiri hava kanska varnast fleiri bingjur, sum eru settar saman til ein runding uttan fyri Sjósavnið.

Ætlanin hjá Sjósavninum er, at livandi hemarar skulu svimja í karinum.

Í løtuni verður ein glasrútur settur í seinastu bingjuna. Og tá ið hon er sett uppá pláss, verður ein dúkur sveisaður innaní.

Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað. Hetta verður samstundis fyrstu ferð – og einasta stað í heiminum – at hemari svimur í einum kari á landi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Men ætlanin hjá Sjósavninum, at lata livandi hemarar svimja í karinum, møtir nú mótstøðu, tí inni á Facebook-síðuni hjá Tórshavnar kommunu geva fólk ilt av sær um ætlanina.

Hetta er nakað av tí, sum skrivað verður á Facebook-síðuni:

“Passar hatta? At halda djór í fangaskapi, so vit kunnu stuttleika okkum vid tí, hoyrir til undanfarnu øld

Hví ikki lata hemararnar heldur svimja í sjónum, har teir eiga at svimja?

Hví gera tit hatta?! Hemarin hoyrir ikki heima í fangaskapi!

Eg hugsi, at hemarar hoyra heima í sjónum, og ikki í einari karið (líkamikið hvussu stórt tað er)”.

Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar.

Karið er eitt frumsnið, og verður Sjósavnið umbygt og útbygt, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum.

Hemarin fer at svimja í 650 tonsum av sjógvi. Gólvmálið í karinum er 314 fermetrar, skrivar Tórshavnar kommuna.