Tað er jóansøka, og tiltikið er, at tíðin millum jóansøku og ólavsøku er rættilig summartíð.
Í dag var triði FM kappróðurin, og nú bíða tað fýra FM kappróðrar. Tann síðsti verður ólavsøkuaftan.
Næsti kappróðurin verður leygardagin um eina viku, tá ið tað verður kappróður á varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Fýra feløg vunnu róðrar á jóansøku. Flest róðrar vann Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vann fýra kappingar. Tað eru tvær færri, enn klaksvíkingar vunnu á sundalagsstevnu fyri einari viku síðani. Ta ferðina vann Nevið Reyða kappingina millum 8-mannaførini, og Klaksvíkingur vann kappingina millum 10-mannaførini.
Í dag vóru bæði Nevið Reyða og Klaksvíkingur við í kappingini um at vinna, men nú vóru marginalirnir ikki við soleiðis, sum teir vóru fyri viku síðani. Knørrur vann kappingina millum 8-mannaførini, og Nevið Reyða var næstfyrst. Norðingur vann kappingina millum 10-mannaførini, og Klaksvíkingur var næstfyrstur.
Harvið er tað í hesum kappingunum lagt upp til stóran spenning í stríðnum um FM heitini.
Klaksvíkar Róðrarfelag vann fýra róðrar – Fípan Fagra barnaróður dreingir, Fípan Fagra dreingir 17 – 18 ár, Fípan Fagra 5-mannafør kvinnur og Sævarmoy 5-mannafør dreingir 14 – 16 ár.
Havnar Róðrarfelag vann tveir róðrar – Sílið barnaróður gentur og Sílið gentur 14 – 16 ár.
Róðrarfelagið Knørrur vann tveir róðrar – Jarnbardur 6-mannafør kvinnur og Knørrur 8-mannafør.
Kjósin úr Kollafirði vann gentur 17 – 18 ár.
Skúgvur úr Sandavági vann 6-mannafør menn.
Norðingur úr Norðdepli og Hvannasundi vann ímóti Klaksvíkingi í kappingini milum tey bæði 10-mannaførini.