Kappróður verður í vikuskiftinum

Róðrarsambandið skrivar, at kappróður verður í vikuskiftinum, men tað verður uttan áskoðarar

Tíðindaskriv
10. juni 2021 kl. 14:33

Kappróðurin verður í vikuskiftinum á Fjarðastevnu. Men Róðrarsambandið skrivar í einum tíðindaskrivi, at kappróðurin verður skipaður uttan áskoðarar.

Allir áskoðarar vera tí vinarliga bidnir um at halda seg burtur frá róðrarøkinum. FM róðrarnir verða sum vanligt vístir í KvF. Fyriskipararnir stroyma, um gjørligt, barnaróðrarnar á einum Facebook-vanga, skrivar RSF.

Róðrarsambandið vónar, at tað ber til at avgreiða FM-róðrarnar í summar.

Í hesum sambandið hava vit gjørt nakrar leiðreglur um at skipa fyri róðri uttan áskoðarar.

Endamálið er fyrst og fremst at forða fyri, at smittan breiðir seg innan kappróðrarumhvørvið, og at smittusporingin eftir eina kapping er gjørlig.

Fyrireikarar:

● Tveir dráttir skulu vera tøkir - ein til 5-mannafør og ein til 6- 8- og 10-mannafør.

● Alt økið, har kappróðrarbátar standa, og økir har fólk annars kunnu savnast, skal innhegnast. Vaktir skulu ansa eftir, at ongin óviðkomandi kemur inn á økið.

● Um tað er gjørligt at fylgja við kappróðrinum í bili á vegnum - og um løgreglan gevur loyvi til tað - kann felag krevja atgongumerkjagjald fyri øll í bilinum.

● Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at vesir vera reingjørd og sóttreinsa vit stuttum millumbilum, og at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið.

● Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum.

Rógvarar:

● Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær manningar sum hava tørv á tí - her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum - kunnu hava í mesta lagi tvey hjálparfólk við per manning.

● Foreldur, venjarar og onnur óviðkomandi hava ikki atgongd til økið.

● Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum beint eftir róðurin. Hetta er tó ikki galdandi fyri barnamanningar, ið rógva finalu. Tær skulu halda seg fyri seg sjálvan, meðan bíðað verður. Manningar, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” kunnu vera saman á kaiøkinum.

● Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.

● Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.

● Einki ábit verður til rógvarnar.

● Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær handað heiðursmerkini eftir róðurin.