Róðrarsamband Føroya hevur í samstarvi við Áhugafelagið ólavsøkuróður gjørt av at dagføra steypahandanina á ólavsøku, so at kapprógvarar og áskoðarar fáa eina betri uppliving. Størsta broytingin er, at ólavsøkuheiðursmerkini nú verða handað so hvørt við dráttin eftir hvønn róður. FM-steypini verða handa á sama staði sum áður.
Fýra broytingar verða gjørdar:
Ólavsøkuheiðursmerkini verða tikin burtur úr FM-handanini. Tey verða í staðin handað so hvørt. Hetta verður gjørt við dráttin eftir hvønn róður. Handanin verður sjónvarpað beinleiðis, og áskoðarar fara at kunna fylgja við á stórskíggjum. Við hesi broyting er ætlanin at gera upplivingina á bryggjuni betri, samstundis sum FM-handanin verður styttri.
Tað verður bert ein røða; tann hjá løgmanni, tá ið hann handar Útvarpssteypið og Kolturssteypið. Semja hevur verið um, at røðurnar hava longt ov nógv um handanina, og hetta taka fyrireikararnir nú til eftirtektar. Fyri tó at varðveita virðiligleikan kring setanina er avgjørt at halda fast um røðu løgmans.
Sjøtul verður settur á at avtaka ferðasteypini til FM. Umsitingin av hesum steypum hevur verið trupul, og eftir at hava tosað við róðrarfeløgini er undirtøka fyri at gevast við teimum. Í ár verða tí einans latin tey ferðasteyp, sum ikki eru vunnin til ognar enn. Eingi nýggj steyp verða sett í umfar. Útvarpssteypið og Kolturssteypið verða tó varðveitt.
Steypahandanin endar við, at allir rógvarar og áskoðarar syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum saman. Eftir sangin verða konfettikanónirnar hjá Føroya Tele skotnar av, og felags FM-gullmyndin tikin.