Tað verður av álvara talt niður til avgerandi landsdystirnar, sum vera í næstu viku, tá ið luttøkan í EM endaspælinum í Týsklandi mest sum verður avgjørd. Mikukvøldið skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Ukraina, og so verður tað útidystur ímóti Eysturríki.
Í fyrstu atløgu sendi landsliðsvenjarin boð eftir 15 spælarum. 16 nøvn kunnu vera á listanum. Venjarin goymdi eitt pláss, inntil greiða var fingin á, hvussu tað stóð til hjá teimum, sum vóru skaddir. Nú eru góð tíðindi at frætta í tí sambandi. Tveir av teimum, ið av álvara bjóða av í kappingini um plássini, eru tøkir aftur.
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:
Landsliðsvenjararnir hjá monnum hava innkallað Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen til landsliðshópin, sum skal møta Ukraina og Eysturríki.
Landsliðsvenjararnir kallaðu í fyrstu atløgu bert 15 leikarar inn til dystirnar og gjørdu av at bíða við seinastu metingini av ávísum leikarum. Bæði Kjartan og Vilhelm hava havt skaðar at dragast við í hesum kappingarárinum, men eru nú komnir fyri seg og venja somikið væl í teirra feløgum, at landsliðsvenjararnir hava lagt teir til hópin til komandi EM-undandystirnar. Kjartan Johansen spælir við Bækkelaget í bestu norsku deildini og Vilhelm Poulsen við Lemvig-Thyborøn í bestu donsku deildini. 16 av teimum 17 leikarunum verða við til dystirnar móti Ukraina og Eysturríki.
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)