Kapping var um øll FM-heitini

Mest spennandi finalan var tann hjá compound-monnunum, men undirtøkan kundi tó saktans verið væl størri

Tey høvdu fegin viljað verið fleiri í tali, men hýrinum feilti onki, hvørki undir kappingini ella aftaná, hjá teimum sjey FM-luttakarunum
Bogaskjótisamband Føroya
26. august 2024 kl. 09:39

Veðrið skikkaði sær av tí besta, og tað gekk væl at avgreiða alla kappingina, tá FM í uttandura bogaskjóting var á bogaskjótibreytini í Hoydølum seinnapartin sunnudagin.

Menn recurve: Michael Feldballe (Tambar), silvur, og Bárður Magnusson (Vágaskot), gull

Níggju skjúttar høvdu teknað seg, men Sámuel T. Petersen, compound, og Absalon Hansen, recurve, góvu avboð. So, eins og í fjør, vóru tað sjey bogaskjúttar, sum stillaðu upp, og aftur í ár varð bara kappast í bólkunum compound menn, compound kvinnur og recurve menn. Samanborið við í fjør, tá Hans Petur Højgaard úr Ørvi var einsamallur hjá monnum recurve, varð tó skotið um øll FM-heitini hesa ferð.

Kvinnur compound: Rakul Dam (Tambar), silvur, og Helena við Misá (Ørvur), gull

Bárður Magnusson, Vágaskot, og Michael Feldballe, Tambar, kappaðust hjá monnum recurve, og her vann Bárður fyrst innleiðandi kappingina 561 (285 + 276) – 489 (229 + 260) og síðan finaluna 6 – 2 (21 – 25, 25 – 22, 23 – 17, 24 – 22).

Menn compound: Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Hjá kvinnum compound bleiv FM uttandura aftur í ár ein hólmgonga ímillum Rakul Dam, Tambar, og Helenu við Misá, Ørvur. Og aftur í ár fór Helena avstað við sigrinum. Hon vann finaluna 114 – 109 eftir eisini at hava vunnið innleiðandi kappingina sannførandi – har fekk hon 514 (253 + 261) og Rakul 488 (241 + 247).

Allir sjey bogaskjúttarnir, sum stillaðu upp til FM, vunnu heiðursmerki. Úr vinstru er tað Bárður Magnusson, gull hjá monnum recurve, Michael Feldballe, silvur hjá monnum recurve, Nikkel Petersen, silvur hjá monnum compound, Jóannes Poulsen, gull hjá monnum compound, Jógvan Niclasen, bronsu hjá monnum compound, Helena við Misá, gull hjá kvinnum compound, og Rakul Dam, silvur hjá kvinnum compound

Hjá monnum compound stóð kappingini ímillum teir tríggjar Jóannes Poulsen, Ørvur, Nikkel Petersen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar.

Jóannes vann innleiðani kappingina, har hann fekk 690 (343 + 347), framman fyri Nikkel 653 (314 + 339) og Jógvan 672 (336 + 336). Jóannes hevði tískil tryggjað sær beinleiðis pláss í finaluni, meðan hinir báðir skuldu skjóta semifinalu um hitt finaluplássið. Nikkel vann semifinaluna ímóti Jógvani 142 – 136.

Jóannes, Jógvan og Nikkel notera

Finalan ímillum Jóannes og Nikkel bleiv síðan tann tættasti og mest spennandi dysturin í FM-kappingini hesa ferð. Jóannes var tó framman fyri alla tíðina og vann finaluna 142 – 140.

Hýrurin var góður á øllum FM-luttakarunum bæði undir kappingini og aftaná, men tey harmaðust tó, at ikki fleiri høvdu teknað seg. Áhugin at vera við í FM uttandura hevur generelt verið í minna lagi.

Tað man ikki vera í nógvum ítróttargreinum, at móðir og sonur kunnu kappast í senn á hægsta stigi, men tað hava compound-skjúttarnir Rakul Dam og sonurin Jógvan Niclasen gjørt í nógv ár

Onkur helt, at kappingin kanska liggur skeiva tíð á árinum, tí tey flestu nú hava havt ein langan steðg frá skjótingini, síðan vetrarkappingin endaði, og tískil ikki halda seg til vegna vantandi venjing. Onkur annar helt, at tað heldur var eitt tekin um ov lítlan áhuga, tí tað ber til at halda seg í góðari venjing hóast summarsteðg í kappingunum.

Bárður hyggur í kikaran at kanna, hvussu beinrakin, hann var við seinasta pílinum, meðan Bárður júst hevur skotið sín píl avstað