Kap Verde stendur nú á egnum beinum

Børnefonden letur sínar skrivstovur aftur í Kap Verde, tí málið at menna almennari heilsu og skúlagongd er rokkið

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
2. februar 2018 kl. 13:14

Danski hjálparfelagsskapurin Børnefonden lat um nýggjársleitið sínar skrivstovur aftur í  Praia, ið er høvuðstaður í oyggjasamfelagnum Kap Verde út fyri afrikansku vesturstrondini. Hesaferð lata tey ikki aftur vegna ófrið ella vantandi pening, sum áður er komið fyri. Tvørturímóti snýr tað seg um, at Børnefonden hevur rokkið sínum máli, ið er at tryggja betri heilsu og grundleggjandi útbúgving fyri børn og ung í landinum. Hjálparfelagsskapurin hevur tískil avgjørt at flyta hjálpararbeiðið til onnur lond, sum hava størri tørv á teimum.


Landið hevur ment seg ótrúliga skjótt

Anne Smith Petersen, ið er umboðsstjóri fyri Børnefonden greiður soleiðis frá støðuni: “Tá vit komu til Kap Verde í 1989 var tað bert sætta hvørt barn, ið fullførdi barnaskúlan, men her er nógv broytt síðani tá. Nú klára flest øll børn seg ígjøgnum skúlan og landið hevur tikið seg fram á nógvar ymiskar háttir; íbúgvarnir liva longri og barnadeyðin er lækkaður nógv. Hesi týdningarmiklu úrslitini prógva, at tað fátæka oyggjasamfelagið, vit møttu á sinni, hevur flutt seg ótrúliga nógv uppá stutta tíð.”

Hóast forsetin í Kap Verde rósar Børnefonden fyri at hava ein týdningarmiklan leiklut í landsins framgongd, er tað tó fólkið og stjórnin í landinum, ið eiga heiðurin, heldur tann Afrikanski Menningarbankin. Hann vil vera við, at framgongdin í roynd og veru stendst av dugnaligari politiskari stýrisskipan, og kallar menningina í landinum fyri eina sólskinssøgu.


Millum heimsins mest demokratisku lond

Kap Verde varð stovnað av portugisarum í 1462, og var í mong ár ein stór og týdningarmikil trælahavn í Vesturafrika. Eftir at trælahandilin steðgaði, royndu upprunafólkini sum frægast at liva av landbúnaði, men tey stóðu seg illa. Javnan var turkur í landinum og jarðartýningar gjørdi jørðina torføra at velta. Tá Kap Verde fekk sjálvstýri í 1975, var enn sera fátæksligt og hungursneyð kom fyri nógvastaðni í landinum, men í 80’unum byrjaði rættilig ferð at koma á búskaparligu menningina. Í dag er Kap Verde at kalla eitt miðalinntøkuland, sum kann samanberast við eitt nú Marokko.

Tá afrikansk hjálond gerast sjálvstøðug, sigur søgan ofta frá valdsráni og áralangum stríði, men hesum er Kap Verde sloppið undan, síðani tað gjørdist sjálvstøðugt. Síðan loysingina í 1975 hava tey ment seg við nógvari ferð, og sum heild er gingist oyggjasamfelagnum væl – í løtuni liggur Kap Verde nummar 23 á listanum yvir heimsins mest demokratisku lond; millum Italia, USA og Frakland.