Kaos, er ein trýlanda trio mannaður við Siggi Bjørns, Ísland, Franziska Gunther, Týskland, og Esben Langkniv, Danmark. Tey hava verið á tónleikaferð í Týsklandi, Hollandi, Danmark síðani á várið 2017 og hava konsert í Spaniastovu 2.páskadag kl 21.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.
Um KAOS
Siggi Bjørns er ein íslendsk legenda. Sum ungur tók hann sær frí frá sjómanslívinum fyri at syngja og spæla gitar. Nú 30 ár seinri hevur hann ...framvegis frí frá sjómanslívinum. Siggi býr í Berlin, og ferðast runt í Týsklandi og framførir. Hann hevur somuleiðis undirhildið fyri summargestum seinastu 25 árini á Bakkerøgeriet í Åkirkeby á Bornholm. Siggi hevur útgivið fleiri fløgur og í mong ár skriva sangir saman við Esben Langkniv.
Franziska Gunther fekk íblástur til at spæla gitar og skriva sangir, tá hon sum ung hoyrdi Siggi Bjørns framføra á Bornholm. Seinri, tá tey 3 fóru at spæla saman og stovnaðu tónleikabólkin Kaos, kom tað púra óvænta á Siggi og Esbern at Franziska dugdi fleiri av sangum teirra betri enn teir sjálvir. Franziska gav út sína fyrstu fløgu í 2016 við heitinum “Franziska Gunther”. Ein tónleikaútgáva, sum hon hevur fingið góð ummælið fyri.
Esben Langkniv hevur frá ungdómsárum verið við í fleiri orkestrum. Í ár 2000 valdi hann tó at seta elbassin, og fara at ferðast sum trubadur og forteljari. Eftir hetta kom hann víða um í Europa og USA. Serstakliga framførsla hansara av søguni Jens Langkniv er sera væl umtóktar. Hon er eisini orsøkin til at hann fekk sær navni Langkniv. Upprunaliga æt hann Esben Bøgh Laursen.
Esben hevur útgivið 6 fløgur.Hin seinasta fløgan “I dissen tider”, 2016, hevur fingið góð ummælið.
Tey hava útgivið eina upptøku frá konsertini í Kastens Landhaus í Norðurtýsklandi í 2017.