Amerikanski rapparin Kanye West er koyrdur av Twitter fyri aðru ferð upp á bert tveir mánaðir.
Kanye West, sum nú virkar undir navninum “Ye”, legði út eina røð av skilaleysum tweetum, millum annað eina mynd av dávidsstjørnuni og swastika merkinum sett saman.
West varð fyrru ferð koyrdu av Twitter í oktober mánaði fyri antisemitisk tweets, har hann millum annað vildu vera við, at jødiskir miðlar og zionistar stýrdu “svørtu” røddini í USA.
West varð kortini loyvdur á Twitter aftur, men hevur seinastu dagarnar uppført seg løgnari og løgnari og lagt fleiri antisemitisk tweets út.
Samstundis var Kanye West eisini gestur á Infowars miðlinum hjá konspiratiónsteoretikkaranum Alex Jones, har West millum annað segði, at hann elskaði bæði jødar og Hitler.
Eisini hevur Kanye West seinastu dagarnar ferðast til samrøður við Nick Fuentes, sum telist millum gitnastu rasistar og antisemitar í USA í løtuni.
Kanye West hevur fingið staðfest bipolar sjúku.
Eftir fleiri áheitanir frá brúkarum skrivaði Elon Musk, nýggi eigarin í Twitter, at Kanye West fór at verða koyrdur av Twitter.