Norðurlendska meistaraheitið í vektlyfting verður í Landskrona í Svøríki um vikuskiftið. Fýra føroyingar taka lut, og útlit eru fyri heiðursmerkjum, siga Styrkisamband Føroya í tíðindaskrivi.
Tey siga, at føroyska flaggið er við í viðførinum, tá kappast veðrur um norðurlendska meistaraheitið olympiskari vektlyfting nú um vikuskiftið.
Í fjør varð Maibrit Reynheim Petersen fyrsti føroyingurin, sum kappaðist í NM í vektylfting, og hon er aftur við hesa ferð, men nú eru eisini tríggir mans úr Føroyum við.
Allir føroyingarnir skulu lyfta leygardagin. Maibrit Reyhneim Petersen er einasta kvinnan í føroyska hópinum. Hon er eisini einasti íðkari ið hevur verið til NM Senior áður. Í fjør hevði hon eina sera góða kapping, og fekk øll lyft góðkend, umframt tvey føroysk met.
Mennirnir ið eru við eru, Niels Áki Mørk Pól Hendrikur Andreasen og Leif á Bøgarði.
Fremsta heiðursmerkjavónin er helst Pól Hendrikur Andreasen. Sammett við tað, sum aðrir lyftarar hava meldað til við, eru lyftini hjá Pól Hendriki somikið góð, at gongur tað eftir vild, kann hann enda ovastur á sigursskamlinum.
Í fjør vann Niels Áki NM fyri juniorar í sínum vektflokki. Vónirnar eru eisini, at hann fer at hava heiðursmerki heim við sær, nú hann skal kappast við tey vaksnu.
Leif hevur drigist við skaðar hetta seinasta árið, men hann hevur kortini klárað krøvini til at vera við í kappingini. Hann tykist nú rættiliga at vera komin fyri seg aftur, og tí verður spennandi at síggja, um hann nú aftur fær lyft tað, hann eigur at orka. Hetta er fyrsta ferðin, at Leif umboðar Føroyar í altjóða kapping.
Kappingin verður stroymd á netinum, og til ber at fylgja við á slóðini: https://www.youtube.com/watch?v=Pk_R0ZgtgjQ
Teir tríggir menninir fara undir sína kapping leygarmorginin klokkan 9 okkara tíð. Maibrit byrjar kl 11:30.
So er spurningurin bara, um føroysk ítróttasøga enn eina ferð verður skrivað í Landskrona, sigur Styrkisambandið.