Hetta er ein dagur, vit hava bíðað eftir í nógv ár. Tað hildu nógvir fámjingar fyri, nú seinasta skotið í Fámjinstunlinum, varð latið av.
Fámjinstunnilin er 1.200 metrar og fyrsta skotið varð latið av 16. novembur í 2022 og tað varð mett, at tað skuldi verið koyrandi nú. Men tað er ikki fyrr enn í dag, 18. juli, at seinasta skotið ikki latið av.
Tað var 89 ára gamli Svend Joensen, elsta fólk í Fámjin, sum fekk heiðurin at trýsta á knøttin til seinasta skotið.
At tað hevur tikið so langa tíð at bora 1.200 metrar, er tí at fjallið hevur verið burtur úr vánaligt at bora ígjøgnum, tí tað er so leyst.
Tríggjar ferðir eru stórar nøgdir av gróti rapaðar undan loftinum, men hóast umstøðurnar hjá arbeiðsfólkinum hava verið serstakliga truplar, fegnast Sigurd Ó. Vang frá Landsverki, og Sigtór A Petersen, stjóri á J&k Petersen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, um, at tunnilin er fullførdur, uttan nakran steðg av fólkaskaða og uttan at nakar av arbeiðsmonnunum hevur fingið nevniverdan skaða.
– Tað eru vit mikið takksom fyri Segði Sigurd Ó Vang.
– Hetta hevur verið, uttan samanbering, truplasti tunnil, sum er gjørdur í Føroyum yvirhøvur, staðfesti Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Men hann fegnast um, at nú fáa vit eitt nógv betri og tryggari samband ímillum Fámjin og restina av Suðuroynni.
Nú er eftir at gera vegin til og frá tunlinum, og at leggja ljós og aðra tekniska útgerð í tunnilin og at tryggja hann lidnan
Enn er ikki heilt greitt, nær tað verður koyrandi. J&K Petersen hevur freist til einaferð í apríl. Men landsstýrismaðurin sigur, at gongst sum ætlað, verður koyrandi eina ferð rundan um ársskiftið og hann ivast ikki í, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fámjingum.