Ongi úrslit

Kanska neyðugt við einum priki afturat

Statens Serum Institut vil ikki útihýsa, at fleiri av okkum skulu hava triðja prikið av koronukoppseting

Sigurjón Einarsson
7. juli 2021 kl. 07:49

Tað verður kanska neyðugt hjá summum at fáa eitt prik afturat seinni í ár, so talið kemur upp á trý prik.

Statens Serum Institut boðar frá, at hetta verður kanska neyðugt vegna Delta-frábrigdið, ið er farið at gera um seg.

Tað sigur stjórin fyri Statens Serum Institut, Henrik Ullum.

– Vit kunnu ikki útihýsa, at tað verða nøkur, sum fara at fáa brúk fyri einum triðja priki og harvið stimbra sína immunverju. Um tað eru øll yvir 50 ár, veit eg ikki heilt, men tað verður væntandi tey, ið eru í serligum vanda fyri at verða smittað – also tey eldru og veiku, sigur hann.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Henrik Ullum leggur tó dent á, Statens Serum Institut hevur brúk fyri meira hagtølum, áðrenn tey kunnu gera sær niðurstøðu um tørvin fyri einum triðja priki.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18