Kanska eru Ikki allir suðuroyingar fyri undirsjóvartunli

Løgtingsmaður sigur, at hann hevur eisini tosað við suðuroyingar, sum heldur vilja sigla

Áki Bertholdsen
12. august 2024 kl. 12:46

Í rúma tíð hevur eitt av stóru samrøðuevnunum nógvastaðni verið ætlanin at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Tað var eisini eitt nógv umrøtt evni tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Tá helt ein av tingmonnunum hjá Javnaðarflokkinum, Hans Jacob Thonsen, fyri, at tað var eitt sindur strævið at tinglimir, serliga tinglimir úr Suðuroynni, alla tíðina skuldi svara upp á, hvørja støðu tey hava til Suðuroyartunnilin.

Tað fekk Karlot Hergeirsson, tingmann fyri Framsókn, at reisa spurningin um hvussu undirtøkan í Suðuroynni í roynd og veru er fyri tunlinum.

Hann spurdi um støðan er tann, at tað bara eru tey, sum vilja hava tunnilin, sum gera vart við seg alment, og at tey, sum ikki taka undir honum, bara tiga.

Hann hevði staðið í einum sølubási á ólavsøku og har vóru fleiri suðuroyingar komnir at práta og tað vóru ikki øll, sum tóku undir við tunlinum.

Kanska er tað so, at ikki allir suðuroyingar vilja hava tunnil, segði Karlot Hergeirsson.

Hans Jacob Thomsen heldur, at eyðvitað er tað onkur, sum er ímóti tunlinum. Men hansara sannføring er, at so leingi vit hava ráð at byggja samfelagið út, eiga vit eisini at gera tað.