Super Bowl-dysturin í NFL í amerikanskum fótbólt, ella bara Super Bowl, var í nátt føroyska tíð, tá Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles hittust í finaluni, sum varð leikt í State Farm-leikvøllinum í Phoenix, Arizona.
Og tá alt kom til alt, endaði tað við, at menninir úr Kansas vunnu finaluna, 38-35, eftir eitt sera spennandi síðsta korter.
Eftir fyrsta korterið var støðan 7-7, men so fór Philadelphia fram um 24-14, áðrenn Rihanna trein á pallin í tiltikna halftime show, har hon sang – ella til tíðir mimaði til bandupptøku, vilja summir miðlar vera við – nøkur av sínum stórhittum.
The Eagles vóru á odda 27-21 áðrenn síðsta korterið, men so kom veruliga ferð á dystin. The Chiefs tóku sær um reiggj, og tá tað restaði 11 sekund av dystinum, stóð tað á jøvnum 35-35.
Men so skeyt Harrison Butker eitt fløtumál (field goal, red.), og tryggjaði harvið Kansas City Chiefs sigurin, sum samstundis var triðju ferð, at Chiefs hava vunnið Super Bowl.
Til ber at síggja hæddarpunkt frá dystinum her.