Kanning: Sum heild eru føroysk matstøð rein og ordilig

Støðan var munandi betri í fjør enn í fyrrárið

Áki Bertholdsen
21. mars 2024 kl. 12:55

Í fjør gjørdi Heilsufrøðiliga starvsstovan eitt ákat fyri at kanna reinførið á matstøðum kring landið.

Eru amboð, útbúnaður ella høli ikki rein, er vandi fyri at bakterium, sum fáa matin at rotna skjótari, og sjúkuelvandi bakterim í matvørtunum

Í fjør fór Heilsufrøðiliga starvsstovan undir eitt átak, har tey kannaðu reinførið á 72 matstøðum kring Føroyar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at úrslitini vístu, at sum heild er støðan nøktandi. Tó vóru nøkur matstøð, ið fingu boð um at fáa viðurskiftini í rættlag, og okkurt matstað mátti lukka fyri at gera reint, áðrenn tey kundu fara undir virksemi aftur.

 Á myndini oman fyri sæst úrslitini av átakinum. Á myndini sæst, at á 75 prosent av støðunum var reinhaldið í lagi, og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði ongar viðmerkingar.

Hinvegin fingu 17 prosent av støðunum 2. Í flestu førum var hetta tí at tey ikki høvdu eina fasta ætlan fyri reingerðini, og at tey ikki høvdu umstøður til at amboðini, sum skulu brúkast til reingerð.

Nøkur fá 3-tøl vóru givin. Tað vóru 8 prosent av støðunum, ið fingu boð um at fáa viðurskifti í rættlag í sambandi við reingerð.

Men so vóru tað trý matstøð, sum beinleiðis fingu boð um at lata aftur, tí har var ikki nóg reint.

Á myndini sæst eisini, at hvat persónliga reinførinum viðvíkur, vóru viðurskiftini sum heild eisini nøktandi.

Har fingu 78 prosent av støðunum 1 og tað merkir, at Heilsufrøðiliga statvsstovan ikki hevði nakrar viðmerkingar ella boð at geva.

Men 17 prosent av støðunum fingu  2 og í flestu førum var tað tí at tað var ikki nóg greiður skilnaður ímillum arbeiðsklæðir og útiklæðir, og tí umstøðurnar at vaska sær um hendurnar kundu verið betur.

Tað vóru 5 prosent av støðunum, ið fingu 3. Tey 3-tølini, sum vóru givin, vóru í flestu førum, tí at einki hondvask var, har tað annars skuldi vera.

Sum heild er niðurstøða at reinhaldið er í lagi á matstøðunum kring landið, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Í 2022 fingu 25 prosent av støðunum dumpikarakterin, 3, fyri reinhald, men í fjør var tað, sum nevnt, 8 prosent.

Hóast talan ikki er um júst somu støð, ið vóru fevnd av átakinum í 2023 og sum í 2022, vísir framgongdin, at tað hjálpir at støðini verða kannað, sigur Heilsufrøðilig Starvsstovan.