Kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt, vísir, at størri partur av føroyingum svevur ov lítið. Skýggin stóri syndarin

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum fyriliggur úrslitið av kanning, sum Fólkaheilsuráðið lat gera í 2019. Úrslitið er áhugavert.

Dan Lamhauge
16. januar 2021 kl. 14:00

Fólkaheilsuráðið vísir á, at svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, men manglar okkum svøvn í longri tíð, kann hetta hava neiligar fylgjur fyri heilsuna.

Kanningin frá 2019 vísir, at tað eru 17% av føroyskum monnum og kvinnum, sum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg úthvíld. Hetta er ein øking uppá næstan 10% frá frá 2015, tá 9% av føroyingum søgdu seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið.

Tað eru serliga tey í aldrinum 18-44 ár, sum siga seg næstan ongantíð fáa so mikið av svøvni, at tey kenna seg úthvíld.

Hyggja vit at orsøkunum til, at føroyingum mangla svøvn, so eru nakrar høvuðsorsøkir.

Fremsta orsøkin er skýggin. Vit brúka ov langa tíð á telefon, teldli, teldu ella sjónvarpi. Serliga eru tað tey ungu, sum dragast við hendan trupulleikan.

Yngra fólkið stríðist eisini við tankar og órógv í samband við familju- ella persónligar trupulleikar.

Fyri tey miðaldrandi er tað serliga arbeiðið, sum kostar á svøvnkontuni. Húsligt arbeiði, tað at rudda og vaska, fyllir eisini nógv hjá hesum bólkinum.

Sjúka og tregi hjá einum sjálvum skeiklar eisini svøvnin. Tað eru serliga tey tilkomnu og eldru, sum dragast við manglandi svøvn av hesi orsøkini. Tá tosa vit um tey, sum eru 65 og eldri.

Meira kann lesast um kanningina á www.folkaheilsa.fo