Kanning: Hetta eru teir populerastu jólasálmarnir

Nú jólini eru í hondum helt eg tað vera áhugavert at hyggja eftir, hvørjir jólasálmar eru teir best umtóktu í kirkjum okkara. Hvørjar sálmar syngja vit um jólini? Ùrslitini í hesari greinini er partur av størri verkætlan at lýsa sálmasang í føroysku fólkakirkjuni

Leif Hansen
23. desember 2021 kl. 15:16

Jólini eru hjá nógvum ein røð av traditiónum og ritualum, sum helst ikki skula broytast ov nógv frá ár til ár. Tí er eisini hugsandi, at teir sálmar vit syngja á jólum, helst skula vera teir, sum vit kenna, og sum vit plaga at syngja.

Aftureftirlítandi elementið er sjálvt DNA-ið í jólahaldinum. Tað er tí er nærum óhugsandi hjá einum presti ella tí, sum velur sálmarnar til guðstænastunar um jólini, at velja sálmar, sum ikki øll kenna.

Jólasálmar í sálmabókini
Av høgtíðarsálmum fylla jólasálmarnir mest í sálmabókini. 39 sálmar eru bólkaðir undir heitinum: “Jesu føðing. Jól” Í sálmabókauppískoytinum eru átta sálmar í bólkinum: “Jesu føðing” umframt at seks jólasangir eru í bólkinum “Børn”. Til samanbering eru 21 sálmar bólkaðir undir “Páskir” og einans fimm undir “Hvítisunna”.

Teir 39 jólasálmarnir hava numrini 95-133. Í gomlu sálmabókini, sum varð tikin í brúk í 1960, finna vit 31 jólasálmar við numrinum 51-81. Tá nýggj sálmabók kom í 1990 vóru fimm sálmar sáldaðir frá og komu soleiðis 26 sálmar beinleiðis úr gomlu bókini í ta nýggju. 13 jólasálmar eru sostatt í nýggju sálmabókini, sum ikki vóru í teirri gomlu.

18 av teimum 39 jólasálmunum í sálmabókini eru upprunaføroyskir. Um helvtin av týddu sálmunum eru sálmar, sum stóðu í donsku sálmabókini, “Salmebok for Kirke og Hjem”. Hendan danska sálmabókin varð sálmabókin hjá hjá føroysku kirkjuni alla fyrru helvt av 20. øld.

Umframt føroysku týðinganar av sálmum úr hesi sálmabókini so vunnu serliga løgini til donsku jólasálmanar frama millum føroyingar. Soleiðis verður í 30 jólasálmum í sálmabókini víst til løg úr danskari lagtraditión, hvar flestu løgini standa í donskum koralbókum. Dømi um upprunasálmar, men við donskum løgum eru: Í Betlehem í Dávids stað (110), Jól hava einglaljóð (105), Himmalsins harpur tóna hátt (116) og Heilaga stund (118).

Kanning
Hvørjir jólasálmar verða so oftast sungnir í kirkjum okkara á jólum? Eg havi í eina tíð skrásett hvørjir sálmar verða sungnir í samband við guðstænastur í Føroyum.

Kanningin byggir á skrásettar sálmar í 25 kirkjum kring landið kirkjuárini 2017-2018*. Jólasálmar verða vanliga sungnir í adventstíðini á jólum eisini og í einstøkum førum eisini eftir nýggjár.  

1.     Gleðilig jól, nr. 95 – sungin 102 ferðir
2.     Føgur er foldin, nr. 132 – sungin 53 ferðir
3.     Eg rósu upp sá næla, nr. 131 – sungin 43 ferðir
4.     Eitt barn er føtt í Betlehem, nr. 96 – sungin 38 ferðir
5.     Nú ringja kirkjuklokkur so hátt, nr. 99 – sungin 37 ferðir
6.     Himmalsins harpur tóna hátt, nr. 116 – sungin 33 ferðir
7.     Hin vænasta rósan er funnin, nr. 130 – sungin 32 ferðir
8.     Her koma, Jesus, tíni smá, nr. 106 – sungin 31 ferðir
9.     Í Betlehem í Dávids stað, nr. 110 – sungin 31 ferðir
10.   Dýrasti Jesus, drottur alla drotta, nr. 123 – sungin 31 ferðir
11.   Heilaga stund, tú á fold vára dalað er niður, nr. 118 – sungin 30 ferðir
12.   Jól hava einglaljóð, nr. 105 – sungin 29 ferðir
13.   Jólaklokkan aftur ringir, nr. 107 – sungin 28 ferðir
14.   Eg gleðist so hvørt jólakvøld, nr. 114 – sungin 27 ferðir
15.   Tað sótu seyðamenn á vakt, nr. 103 – sungin 22 ferðir

Niðurstøða
Sjey av hesum 15 sálmum eru upprunaføroyskir tekstir, meðan einans tveir av teimum 15 verða sungnir við upprunaføroyskum løgum.

Viðmerkjast kann, at nr. 114 “Eg gleðist so hvørt jólakvøld” verður í summum kirkjum sungin við lagnum hjá H. J. Højgaard, men eg meti at norska lagið er tað mest brúkta. 15 av teimum 39 jólasálmunum í sálmabókini vóru ikki sungnir ofta, millum 0 og fimm ferðir.

Summir jólasálmar verða sungnir við sama lagið og tað ger, at teir ikki verða sungnir so ofta, sum teir kanska annars høvdu verið. Vanligt er ikki at syngja tveir sálmar við sama lag til eina guðstænastu. Soleiðis hava t.d. nr. 132, “Føgur er foldin” og nr. 123 “Dýrasti Jesus” sama lag og somuleiðis nr. 110 “Í Betlehem í Dávids stað” og nr. 97 “Nú ringja klokkur jólafest”.

Kanningin vísir at siðbundnir jólasálmar eru teir populerastu. Nú kann ein sjálvandi siga, at allir sálmarnir í sálmabókini eru siðbundnir og at ein kanning tí ikki kann vísa nakað annað. Men verður hugt nærri at, hvørjir hesir best umtóktu sálmarnir eru, so vóru nærum allir kendir millum fólk langt áðrenn gamla sálmabókin varð tikin í nýtslu í 1960. Nærum allir hava staðið á prenti í sangbókum, tíðarritum og bløðum og hava eisini verið sungnir í kirkjum, til dans um jólatræ og onnur tiltøk um jólini, onkur longri enn eina øld.

Av teimum topp-15 er tað bara nr. 116 “Himmalsins harpur”, sum ikki eisini stóð í gomlu sálmabókini. At hann eftir 1990 er blivin partur av mest sungnu jólasálmum hevur uttan iva samband við lagið til “Julen har bragt” hjá Weyse, sum hann verður sungin við. Hetta lag hevur verið kent millum føroyingar í langa tíð, helst longu seinnapartin av 19. øld.

Uppískoytið til sálmabókina varð tikið í brúk í 2014 og hevði tí verið partur av sálmasanginum í trý til fýra ár ta tíðarskeiðið, sum hendan kanningin byggir á. Men vit skula heilt niður á 20. pláss áðrenn vit at finna ein sálm úr Uppiskoytinum. Tó at jólasálmarnir í Uppískoytinum helst muga bólkast undir at verða siðbundnir hava teir tó ikki vunnið stórvegis inn sálmasangin um jólini.

Hyggja vit burtur frá jólasangunum í bólkinum “Børn” so eru átta jólasálmar í bókini. Fýra eru týðingar úr enskari traditión: t.d.  Hark! The herald angels sing nr. 611 og “Oh, come, all ye faithful” nr. 613 og fýra úr danskari traditión t.d. “Barn Jesus i en krybbe lå” nr. 615 og “Julen har bragt” nr. 616.

Jólini eru hjá nógvum ein røð av traditiónum og ritualum, sum helst ikki skula broytast ov nógv frá ári til ár. Soleiðis eisini við sálmasanginum um jólini. Hjá føroyingum er “Gleðilig jól” nógv tann mest sungni sálmurin á jólum og tó at teksturin er upprunaføroyskur, so er eingin ivi um, at “Stille Nacht”-lagið hjá Franz Gruber, eins og tað er kring alt Evropa, er blivin sjálv ímyndin av einari jólaguðstænastu.

Gleðilig Jól!

*Kanningin byggir á skrásettar sálmar í: Viðareiðis kirkju, Kunoyar kirkju, Christianskirkjuni, Fuglafjarðar kirkju, Leirvíkar kirkju, Gøtu kirkju, Fríðrikskirkjuni, Glyvra kirkju, Rituvíkar kirkju, Skála kirkju, Eiðis kirkju, Norðskála kirkju, Hvalvíkar kirkju, Kvívíkar kirkju, Vestmanna kirkju, Miðvágs kirkju, Sandavágs kirkju, Havnar kirkju, Nólsoyar kirkju, Vesturkirkjuni, Argja kirkju, Hoyvíkar kirkju, Hvalbiar kirkju, Tvøroyar kirkju og Vágs kirkju.