Fepur, hosti og manglandi luktisansur eru tey upprunaligu sjúkueyðkennini í samband við koronavirus. Men við Omikron-frábrigdinum letur tað til, at vit skulu vera varug við onnur sjúkueyðkenni.
Nýggj bretsk kanning vísur, at bert helvtin av teimum, ið eru blivin smittað við koronu fyri kortum, hava tað eina ella fleiri av klassisku sjúkueyðkennunum.
Tað skrivar Videnskab.dk.
Kanningin byggir á 480 milliónir innsendar frágreiðingar frá milliónum av bretum, sum dagliga hava sent frágreiðingar inn síðan koronufarsóttin byrjaði at herja. Sjúkueyðkenni sum andaneyð, fepur og manglandi luktisans, sum var vanligt við Alfa-frábrigdinum, fyllir minni og minni í seinastu frágreiðingunum, ið eru innsendar via eina app.
Minnir meira um eitt forkølilsi
Nú síggja granskararnir – serliga hjá teimum koppsettu – at sjúkueyðkennini minna meira um eitt forkølilsi, sum eitt nú snor, ilt í hálsinum og tað, at fólk njósa.
Meira nágreiniliga vísur kanningin, at manglandi luktisansur, sum einaferð var stóra ábendingin fyri Covid-19, nú bert rakar fimta hvørt fólk, sum verða smittað. Somuleiðis eru tað umleið ein triðingur sum fáa fepur. Sjúkueyðkenni sum eitt nú vaml, vøddapína, leyst lív og útbrot eru eisini í afturgongd.
Granskararnir meta, at tað er høga koppsetingartalið í Stórabretlandi, ið kann vera atvoldin til mildari sjúkueyðkenni – eins og Omikron-frábrigdið vísur seg at vera mildari, hóast tað smittar illa.
Nakrir bólkar av fólki kunnu uppliva álvarsom sjúkueyðkenni
Granskararnir ávara tó um, at fólk við veikari immunverja og ókoppsett kunnu uppliva at fáa álvarsom sjúkueyðkenni við Omikron.
Nýggju sjúkueyðkennini kann gera tað verri at skilja millum koronusmittu og vanligt forkølilsi, sum, sambært granskaranum, merkir, at vit skulu geva hesum ans í vetrarhálvuni, serliga um vit snora og njósa.
Til endans í kanningini mæla granskararnir til, við støði í kanningini, at leiðreglurnar fyri, nær fólk skulu lata seg kanna fyri, eiga at verða dagførdar.