Happing er eitt púra vanligt fyribrigdi á føroyskum Arbeiðsplássum. Tað staðfestir ein spurnarkanning, Gallup hevur gjørt fyri Starvsfelagið.
Tað eru mest starvsfelagir sum happa hvønn annan, men starvsfólk føla seg eisini happað av leiðsluni.
Gott helvtin sigur, at tað vórðu happað av starvsfeløgum og sløk helvtin segði, at tað antin var teirra nærmasti leiðari, ella ovasta leiðslan, sum vóru við í happingini. Og so var tað ein lítil vísti á, at happararnir vóru viðskiftafólk, ella onnur.
Spurd um tey hava verið happað á sínum núverandi arbeiðsplássi hesar seinastu 12 mánaðirnar, svaraðu tilsamans 20. prosent játtandi. Tvey prosent søgdu seg verða happað dagliga ella næstan dagliga.
Onnur tvey prosent søgdu, at tað var hvørja viku at tey vórðu happað og trý prosent søgdu, at tey føldu seg happað eina ferð um mánaðin.
Men so vóru tað 13 prosent, sum svaraðu, at happingin hevur verið við longri ímillum enn einum mánað.
Hetta samsvarar væl við aðrar kanningar, sigur Katrin av Kák, sálarfrøðingur, sum hevur verið við at gera kanningina, í tíðindaskrivi frá Starvsfelagnum.
Hon vísir til eina kanning í Danmark ið vísti, at 11 prosent føldu seg happað og hon vísir eisini til eina aðra kanning í Føroyum sum vísir, at 12,4 prosent føldu set happað á arbeiðsplássinum.
Tað er ein greið ábending um, at úrslitið er eftirfarandi, tí tá ið fólk vórðu spurd um tey føldu seg vera útihýstan frá felagsskapinum á arbeiðsplássinum, vóru eisini 22 prosent, sum svaraði játtandi upp á tað.
– Hetta eru helst tey somu fólkini, sum søgdu seg vera happað, heldur Katrin av Kák. Granskingvísir, at nettupp útihýsing er kjarnan í happing og tí stuðlar hetta eisini hetta undir úrslitið, sigur sálarfrøðingurin.
Nógv tey flestu vita, hvønn tey skulu fara til, tá ið tey føla seg happað. Kortini er tað fimti hvør limur, sum heldur, at leiðslan ikki er sína uppgávu vaksin, tá ið tað umræður at loysa slíkar trupulleikar.
Tað eru nevniliga 21 prosent, sum siga, at tað eru viðurskifti í sambandi við happing, sum ikki vera loyst, hóast leiðslan er gjørd varug við støðuna.