Um nakrar vikur gerast vit vónandi klókari á, um tað far avleiðingar fyri vælkenda sjónleikarin Will Smith, tá ið hann sunnunáttina í føroyskari tíð gav Chris Rock ein undir vangan undir Oscar-filmsvirðislønini, júst aftaná at verturin skemtaði um konu hansara, Jada Pinkett Smith.
Hetta fer at vísa seg í eini kanning, sum dómsnevndin, ið letur Oscar filmsvirðislønirnar, nú er farin undir. Hetta skrivar forsetin í dómsnevndini David Rubin í einum brævi til allir limirnir í nevndini, sambært Hollywood Reporter.
Í brævinum skrivar Rubin umframt, at Oscar-filmshandanin í ár skuldi havt fagnað mongu sjónleikarunum og filmskaparunum, men ístaðin bleiv kvøldið “skuggað fyri av ikki góðtakandi og skaðandi atburðinum hjá einum tilnevndum” víð ávísing til Will Smith.