Tað hevur verið eitt rættiligt friðarligt samdøgur hjá løgregluni. Men hetta høvið hevur løgreglan so brúkt til at kanna ferðsluna.
Løgreglan hevur kannað ferðlsuna, bæði í Norðoyggjum og í miðstaðarøkinum.
Somuleiðis kannaði løgreglan eisini ferðsluna við nakrar skúlar í Klaksvík og í Havn. Men løgreglan sigur, at úrslitið var gott, tí eingin bilførari var skrivaðir upp.
Allir bilarnir vóri í ordan, bæði lyktir, dekk og annað, og allir bilførararnir vóru edrúir.
Tá ið foreldrini koyrdu børnini í skúla, sótu øll børn í trygdarbelti og tey smáu, sum eisini skulu sita í barnasetri, sótu í barnasetri. Og samstundis ansaðu bilførarar væl eftir og koyrdu lagaliga við skúlarnar.
Hinvegin er ein maður skuldsettur fyri herverk á einum almennum wc. Løgreglan sigur, at hann hevði brotið nakrar hurðar, men tey vita ikki hví hann var so illur at hurðarnar skuldu brótast