Kanna um útlendskir ferðaleiðarar arbeiða ólógliga í Føroyum

Løgreglan skal eisini finna eina mannagongd fyri, hvussu tey skulu viðgera hesi málini

Áki Bertholdsen
30. august 2024 kl. 07:51

Tað eru rættiliga nógv ferðafólk í Føroyum í hesum døgum, og í seinastuni hevur løgreglan eisini fingið fleiri frá boðanir um útlendsk ferðaløg, sum ganga í fjøllunum.

Tey hava sín egna ferðaleiðara við og løgreglan hevur fingið boð um slíkt virksemi bæði úr Norðoyggjum, úr Mykinesi, og kanska arðastaðni við.

Í hesum sambandi fer løgreglan nú at kanna um øll viðurskifti í hesum sambandi eru eftir forskriftunum, ella um útlendsku ferðaleiðararnir arbeiða ólógliga.

Løgreglan sigur, at tað eru fleiri lógir, sum verða tiknar fram í hesum sambandi. Talan er um gomlu hagalógina og talan kann eisini vera um lógina um vinnuliga ferðavinnu, sum bara kann fara fram í samráð við bøndurnar.

Men talan kann eisini vera um lógina um arbeiðs- og uppihaldslógina, tí útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, skulu hava arbeiðsloyvi og tí skal kannast um útlendsku ferðaleiðararnir hava tað.

Og ofta er talan um fólk, sum koma langvegis frá, so tað er eisini ein spurningur um at halda útlendingalógina við visum og øllum tíð, sum hartil hoyrir.

Løgreglan sigur, at tey nú skulu finna mannagongdir fyri, hvussu hesi málini skulu viðgerast.