Kanna nú ógvusliga eldin við Norðskála

Tað var so nógvur roykur, at fólk mátti rýma heimanífrá, børnini vórðu flutt úr skúlanumm og nøkur børn fóru eisini á Landssjúkrahúsið til kanningar

Áki Bertholdsen
23. mai 2024 kl. 08:37

Løgreglan er nu farin at kanna, hví eldur kom í eini sethús við Norðskála seinnapartin í gjár.

Løgreglan sigur, at talan var um stóran eld, so fleiri sløkkilið vórðu boðsend í eini roynd at basa eldinum.

Tað var eisini so nógvur roykur, at handlarnir í grannalagnum vórðu stongdir og fólk máttu taka til rýmingar heimanífrá.

Skúlin varð eisini stongdur og skúlabørnini vórðu flutt burtur frá, og roykur kom eisini inn yvir ein dagstovn til børn, sum er har um vegir. 

Løgreglan sigur, at av trygdarávum fór ein lækni á dagstovnin at kanna børnini fyri roykeitran, og nøkur av teimum vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men tað var eisini av trygdarávum.

Løgreglan dugur ikki at siga, hví tað reyk so illa, men tað var var nokk so stilt og tað kann vera ein orsøk til, at roykurin sást so væl.

Sjálv húsini fingu rættiliga stóran skaða og løgreglan er nú farin at kanna, hví eldur kom í. Fólk vóru inni tá ið eldur kom í, men tey sluppu á dyr.