Kann missa koyrikortið tí at hann ikki ansaði eftir

Tveir bilar fóru illa í einum samanstoyti í gjárkvøldið

Áki Bertholdsen
21. august 2024 kl. 08:32

 Beint fyri midnátt í gjárkvøldið vóru boð eftir løgreglu og sjukrabili tí eitt ferðsluóhapp hevði verið beint við Høgareyn á Vestmannavegnum. Løgreglan sigur, at talan var um tveir bilar, sum báðir koyrdu aftan á hvønn annan á veg norðureftir.

Sýnið var vánaligt og brádliga noyðist tann fremri bilurin at høgga bremsurnar í tí ein seyður var komin á vegin beint framman fyri.

Hann lukkast at steðga fyri seyðinum, men bilurin aftan fyri lukkast ikki at steðga og renur tí upp í reyvina á bilinum frammanfyri við lutfalsliga nógvari ferð.

Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fóru so mikið illa, at teir fingu ikki koyrt av staðnum. Annar bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at tað var mest av trygdarávum, tí mett varð ikki, at hann hevði fingið stórvegis mein av samanstoytinum.

Ikki at halda neyðugu frástøðu til bilin frammanfyri, er eitt av teimum álvarsligu brotunum í ferðslulógini.

Bilførarar, sum koyra so tætt uppi í reyvini á bilinum frammanfyri, at vandi er fyri samansroyti, skuldi bilurin frammanfyri bremsa brádliga, fáa 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Men elvir tað til ferðsluóhapp, er tað skjótt at koyrikortið kemur í vanda. Løgreglan sigur, at nú fara tey at kanna umstøðurnar gjølligari fyri at staðfesta, hvat ein passalig revsing er fyri hetta ferðsluóhappið.