Fyri nøkrum árum síðani bleiv strandfaraskipið Erla Kongsdóttir bygt at nýta sum avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins.
Helgi Abrahamsen hevur nú spurt landsstýrismannin við samferðslumálum, um Erla Kongsdóttir er eitt nøktandi avloysaraskip, hvørjum standi skipið er í og hvussu nógv hon verður brúkt.
Ætlanin var serliga at nýta skipið á miðleiðunum so sum Nólsoyar-, Kalsoyar-og Hestleiðunum, men skipið segðist eisini kunna nýtast á ytru leiðunum so sum Fugloy, Svínoy og Skúvoy, tá ið veður og vindur vóru til vildar.
Erla Kongsdóttir skuldi vera avloysaraskipið, sum Strandfaraskip Landsins í langa tíð hevði manglað.
-Men lítið hevur verið at hoyrt og sæð til, at skipið hevur verið í sigling ta seinastu tíðina. Ein orsøk kann vera, at tørvur ikki hevur verið á avloysaraskipi, men tað hevur eisini ljóðað, at skipið hevur havt tekniskar trupulleikar. Tí verður hesin spurningurin settur, sigur Helgi Abrahamsen.