Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tók í gjár lut á uttanríkisráðharrafundi í Iqaluit millum Kanada og Norðurlond. Uttanríkisráðharrarnir úr Kanada, Noregi, Svøríki, Føroyum og Danmark, umframt umboð fyri íslendsku, finsku og grønlendsku uttanríkisráðini, vóru til staðar.
Á fundinum var semja um, at Norðurlond og Kanada eiga at samstarva meira strategiskt til tess at varðveita trygd og støðufesti á norðurleiðunum, m.a. tá ið talan er um týðandi undirstøðukervi, talgilding og nettrygd. Dentur var eisini lagdur á týdningin at skunda undir grøna orkuskiftið, bæði í mun til veðurlagspolitikk, fyri at skapa búskaparmøguleikar, og fyri at menna størri sjálvbjargni, tá ið umræður veitingartrygd.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísti á, at Føroyar, við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í vár, vilja taka virknan lut í millumtjóða átøkum, sum fremja trygd og støðufesti.
Tað eru fólkini og tjóðirnar í Norðuratlantshavi og Arktis, ið skulu gera av, hvussu trygdarpolitikkur skal fremjast – eisini til frama fyri sivila trygd. Tí hevur tað týdning, at Norðurlond og Kanada í felag umrøða, hvussu tær avbjóðingar, ið standa fyri framman, verða loftaðar, sigur landsstýrismaðurin.
Undir vitjanini í Iqaluit var fundur við stjórnarovastan í Nunavut, PJ Akeeagok, við kanadisku verjuna og við felagsskap, ið virkar fyri rættindum hjá upprunafólki í økinum.