Ongi úrslit

Kanada: Harðari revsing fyri hóttanir móti heilsustarvsfólkum

Løgmálaráðharrin í Kanada legði í gjár eitt lógaruppskot fram, sum millum annað inniheldur strangari revsingar fyri hóttanir og mótmæli á sjúkrahúsum og øðrum heilsustovnum

Sigurjón Einarsson
12 tímar síðan

Myndugleikarnir í Kanada hava fingið nokk. Eftir at nógvar ákoyringar hava verið móti heilsustarvsfólkum og stovnum í sjúkrahúsverkinum í Kanada, tí hevur løgmálaráðharrin, David Lametti, í Kanada nú lagt eitt lógaruppskot fram, ið millum annað gevur upp til tíggju ára fongsulsrevsing til tann, sum hóttur ella forðar heilsustarvsfólkum at fremja sítt arbeiði.

Í samband við lógaruppskotið sigur løgmálaráðharrin, at mótmælini móti koppsetingini og koronafarsóttini seinastu tíðina er farið ov langt.

Í síðstu viku var millum annað ein hending, har “korona-avnoktarir forðaðu børn og ungum at verða koppsett, sum kann bjarga mannalívum”, greiddi David Lametti millum annað frá, tá lógaruppskotið varð lagt fram.

Vaksandi hatur til læknar og heilsustarvsfólk

Koppseting av børnum millum fimm og 11 ár byrjaði í Kanada mikudagin, eftir at heilsumyndugleikarnir í landinum góvu tummil upp fyri hesum.

Forsetin fyri Canadian Medical Association, Katherine Smart, sigur, at tað longu í síðsta ár var vaksandi hatur og illgerðir móti læknum og øðrum heilsustarvsfólkum í Kanada.

Mest lisið hesa vikuna

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43