Kamala Harris hevur valt sítt varaforsetavalevni
16 dagar eftir at Joe Biden tók seg aftur sum forsetavalevni og peikaði á Kamalu Harris, hevur hon nú valt demokratiska varaforsetavalevnið
Ragnar Sjúrðarson
6. august 2024 kl. 15:30
Tað verður 60 ára gamli guvernørurin frá Minnesota, Tim Walz, sum fer at standa á atkvøðulepanum saman við Kamalu Harris á amerikanska forsetavalinum í november.
Tað skriva m.a CNN og The Washington Post. Harris hevur ikki sjálv váttað tíðindini.
Tim Walz kemur upprunaliga frá Nebraska og hevur eina fortíð sum skúlalærari. Hann hevur verið guvernørur í Minnesota síðan 2019.
Væntandi verður Tim Walz alment útnevndur til demokratiska varaforsetavalevnið á veljarafundi í Philadelphia í kvøld, sum verður startskotið til eina fimm daga langa turné gjøgnum sjey svingstatir.