Kamala Harris fær forsetavaldið í eina løtu

Kamala Harris verður fyrsta kvinna, ið fær forsetavaldið í USA, tá Joe Biden í dag fer undir narkosu eina løtu í sambandi við læknakanning.

Steinar Patursson
19. november 2021 kl. 17:00

Kamala Harris verður fyrsta kvinna, ið fær forsetavaldið í USA, nú Joe Biden, forseti í USA, fer at lata valdið til hennara fyibils, meðan hann fer undir narkosu.

Joe Biden skal í dag undir narkosu í eina løtu í sambandi við eina kolonoskopi, og meðan Biden er uttan vit, letur hann valdið til varaforsetan, Kamalu Harris.

Við valdinum fylgir ábyrgdin fyri amerikanska herinum og amerikansku kjarnorkuvápnunum.

Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, hevur boðað frá, at Kamala Harris fer at arbeiða úr sínum kontóri í ”West Wing” í Hvítu Húsunum, sigur BBC.

Sambært BBC er talan um fyrstu læknakanning, sum Joe Biden hevur havt sum forseti. Joe Biden fyllir 79 ár í morgin.