Kamala Harris bjóðar seg fram at stilla upp til forsetavalið. Varaforsetin, Kamala Harris, hevur nú alment boðað frá, at hon bjóðar seg fram at verða forsetavalevni hjá demokratunum.
Fyrr í kvøld boðaði Joe Biden frá, at hann tekur seg aftur sum valevni eftir hart trýst frá demokratiskum politikarum, tí tey halda, at hann er ov gamal og skrivisligur til at stilla upp.
Síðani hava metingar verið um, hvør so skal vera valevni hjá demokratunum. Eitt navn, sum ofta er nevnt, er varforsetin, Kamala Harris.
Og nú hevur hon váttað, at hon stillar upp.
Biden hevur víst á hana, og hon sigur, at tað tekur hon sum ein heiður. Og hon sigur, at hon fer at royna at verða valevni hjá demokratunum.
Tað eru 107 dagar til valið og vit fara at stríðast saman, og vit fara at vinna saman, sigur Kamala Harris.