Klumman: Kalla tað, hvat tú vilt

Um eg tímdi at loysa av, tá børnini høvdu hugnakvøld? Í lagi við mær, so hin lærarin slapp heim at halda frí hetta fríggjakvøld. Børnum dáma væl hesar sjálvbodnu hugnaløturnar, tá eingi faklig krøv eru. Tá gongur alt upp

Poulina Slættanes
24. september 2020 kl. 15:30

Um eg tímdi at loysa av, tá børnini høvdu hugnakvøld? Í lagi við mær, so hin lærarin slapp heim at halda frí hetta fríggjakvøld. Børnum dáma væl hesar sjálvbodnu hugnaløturnar, tá eingi faklig krøv eru. Tá gongur alt upp. Satt at siga duga børn væl at skipa fyri. Skjótt var flokshølið øðrvísi við ljósum og ballónum. Bílagdar vórðu pitsur úr býnum, og filmur skuldi síggjast í filmsstovuni. Í besta skilningi kundu tey skipa fyri hugnakvøldi eina til tvær ferðir í skúlaárinum. Tá eg fór heim eftir skúlatíð, var ferð á at gera klárt. Genturnar so nógv bragdligari enn dreingirnir. Teir vildu helst sleppa inn í fimleikahøllina at beistast.

Í durinum møti eg honum, eg skal loysa av. - Tey hava dusað sær við pitsa og slikkaríi ; nú er filmur á breddanum. Fá tær ein kaffimunn á lærarastovuni, sigur hann. So var hann farin. Tað var merkiliga kvirt undir lonini. Hugdi inn í høllina. Dreingir í togunum og sansaðu ongan. So inn á “kaffiteria”. Pitsaeskjur stáplaðar oman á hvørja aðra. Nakrar hálvgapandi. Skeitti niðurí. Breitt úrval við ananasi, skinku, osti, you name it. Millum lítið og einki etið, - og so høvdu tey brúkt so nógva tíð at bestemma seg til sína “yndis”. Kolafløskurnar ikki meira enn ásettar, men etikettirnar avpilkaðar. Skonkti mær upp í koppin, og har var skuffukaka, síggi eg. Ein mamma hevur hugsað um, at hesi spentu børnini, ið skuldi hava felagsskap og hugnakvøld, skuldu hava okkurt gott omaná. Sum so einki uppvask av hesum. Skaffigreiðurnar vóru gaflar, sum sløddust runt á borðunum. Sitandi burtur í øðrum heimi kemur eitt av børnunum eftir einum ladara.

“Nú, hugna tit tykkum? ” forvitnist eg

“Mega. Ordiliga deiligt. Tú mást fáa tær kaku, mamma Janu hevur bakað”. Eg takki og umhugsi at fara eina rundferð oman í høllina, flokshølið og filmsstovuna. Í floksstovuni og fimleikahøllini eingin. So inn í filmsstovuna. Hurðin stendur á gloppi, og visti man ikki betur, var eingin har. Men tvætl. Hugnaløtan var í koma.

“Hey, hvussu gongur”, spyrji eg. Eingin varnast meg. “Hallo, hugnaløtan, er hon her?” Nú raknar onkur við í einum skýmaskoti. Bara Ipadskermar og Iphonir lýsa. “Tað er sooo feitt”, letur í einum, og skjótt taka fleiri undir. “Ja, tað síggi eg, fantastiskt.”

Gevið so øllum boð um at møtast um hálvan tíma á kaffiteria. Har var ikki hálvetið, og óruddið, tey so staðiliga høvdu sett í hugnareglugerðina, skuldu tey beina burtur.

Og tey komu stundisliga. Onkur settist at munna sær á kola og pitsu. Sigi so við tey, at eskjurnar mugu tømast og takast sundur, áðrenn tær fara oman í ruskkassan.

“Kanst ikki meina tað”, læt í einum dreingi.

“Jú, tí her tøma teir fríggjamorgun og fer tí at liggja alla vikuna.”

Fortelji so teimum um ta ferðina, ruskmenninir vóru í verkfalli í New York í fleiri vikur. Øll vóru um at ganga undir í ruski. Á einum arbeiðsplássi sigur ein maður, at heima hjá teimum vóru eingir rusktrupulleikar. Tað vildu børnini hava nærri útgreinað. Jú, sigur amerikanarin við sínar starvsfelagar: Síggja tit, hvørt kvøld pakki eg ruskið í eina skógvaeskju, pappír og band um og taki hana við mær til arbeiðis. Eg koyri bakrútin á bilinum so mikið niður, at man líka røkkur eftir eskjuni. Og tað grettir ikki. Tá eg fari heim eftir arbeiðstíð, er eskjan ikki har. Leyst og liðugt !

“Genialt”, letur í einum

“Passar ikki”, sigur í Óla. “Hvar fekk hann eskjurnar frá?”

“Pápa sínum, sum hevði skógvahandil í sama bygningi, haldi eg”.

Og so flentu tey í kíki, meðan hugnakvøldið varð ruddað av, og tingingar fóru í gongd um tað næsta.

“Tað er so rímiligt”, sigi eg eitt sindur slynsk.

Hugni og samvera spríkti jú úr hvørjum skermi!