Prísurin á kakao er hækkaður munandi seinastu mánaðirnar, hetta m.a. vegna at færri skip eru at flyta vøruna tvørturum hav, ið skapar óvissu á marknaðinum.
Tøl frá Bloomberg vísa, at aljtóða kakaoprísurin er meira enn tvífaldaður, í roynd og veru heili 135 %, síðani januar í ár, so at hann í løtuni liggur á áleið 10.000 $ fyri tonsið.
Í Danmark merkist príshækkanin hjá teimum fyritøkum, ið framleiða kakaovørur, teirra millum Frellsen Chokolade, ið m.a. gera konfekt og rómabollar. Hetta hevur við sær, at Frellsen Chokolade hækkar prísin á vørum sínum frá 1 mai í ár. Aðrar sjokulátuketur s.s. Toms hava eisini boðað frá prísjavningum. Hetta veit Børsen at siga. Hvussu nógv at vørurnar hækka, er tó enn óvist.
Sambært The Guardian er ein onnur orsøk til dýrari bønurnar, at kakaoheystingin er vorðin ússaligari vegna ógvisligari veðurkor m.a. í Gana og á Fílabeinsstrondinini, har yvir helmingurin av heimsins kakaoframleiðslu fer fram.
Serkøn hava í longri tíð umrøtt og ørkymlast um, at kakao er ein av teimum húsarhaldsvørum, ið er hótt vegna alheimsupphiting. Aðrar vørur, talan í hesum sambandi hevur verið um, er kaffi, te og bananir.