Kaj Leo heldur fram í Íslandi

Nú verður hann liðfelagi hjá einum øðrum gøtumanni í Íslandi

Mynd: mbl.is
Jóannes Hansen
30. november 2023 kl. 22:06

Kaj Leo í Bartalsstovu verður eisini í 2024 í íslendskum fótbólti. Tað er greitt, eftir at hann sambært mbl.is í dag hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Njarðvík.

Kaj Leo í Bartalsstovu fór at spæla við Njarðvík í næstbestu íslendsku deildini í summar. Setningurin hjá honum og liðfeløgunum var at sleppa undan at flyta niður. Tað eydnaðist, tá ið Njarðvík á síðsta leikdegi vann seg á triðjuaftasta plássið.

Millum liðfelagarnar í Njarðvík er Martin Klein Joensen, sum fyrr í heyst skrivaði undir sáttmála og fyri nøkrum vikum síðani fór til Íslands.

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið í íslendskum fótbólti síðani í 2016. Hann hevur spælt 120 dystir í bestu íslendsku deildini og hevur skorað 12 mál. Umframt Njarðvík hevur hann í Íslandi umboðað FH, ÍBV, Val og ÍA. 26 ferðir hevur hann verið á føroyska landsliðnum.

Umframt at spæla fótbólt hevur Kaj Leo í Bartalsstovu verið undir útbúgving, meðan hann hevur verið í Íslandi. Hann er úbúgvin frisørur.