Kæra avgerðina um at geva Varðanum byggiloyvi á Tvøroyri

Áhugabólkurin, Livilig Kor er til reiðar at fara heilt í rættin við málinum, so eingin skal vænta, at spakin verður settur í fyribils, siga tey

Áki Bertholdsen
6. desember 2024 kl. 22:35

Seinnapartin í dag skrivaðu vit, at Tvøroyrar býráð hevur samtykt at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi til protein- og lýsivirkið, ætlanin er at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri.

Tá skrivaðu vit, at nú manglar bara at Yvirfriðingarnevndin gevur grønt ljós fyri byggingini, og verður eingin kæra á hesum sinni, er væntandi, at spakin verður settur í tíðliga næsta ár.

Men so gott spælir klaverið ikki tí tað gingu bara nakrir heilt fáir tímar til áhugafelagsskapurin, Livilig Kor á Tvøroyri, boðaði frá, at tey fara at kæra avgerðina

Tað eru 545 limir limir í áhugafelagnum og tey skriva, at Tvøroyrar kommuna hevur nú - enn einaferð - samtykt at geva byggiloyvi til Varðan Pelagic, men tey siga, at tað er uttan at øll loyvi eru komin upp á pláss.

– Livilig kor skulu hervið upplýsa sínum limum og øllum, sum annars eru áhugað, at umhvørvisgóðkenningin frá Umhvørvisstovuni verður kærd.

– Haraftrat bíða vit eftir niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini og hareftir verður byggiloyvið, sum hvílir á ólógligum grundarlag, sjálvsagt eisini kært.

Tey siga eisini, at sum tey hava boðað frá alment, er sakførari teirra eisini til reiðar at fara heilt í rættin við málinum, skuldu myndugleikar lato »hesar ólóligheitir um seg ganga«, sum tey málbera seg.

Sostatt gera tey í Liviligum kortum greitt, at spakin verður neyvan settur í fyrst í komandi ári.