Justin Bieber selur tónleikarættindi fyri meira enn eina milliard krónur

Síðan Justin Bieber trein á pallin í 2008 hevur hann framleitt hitt aftaná hitt. Nú verða rættindini til flestu sangirnar seld

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 17:45

'Sorry', 'Love Yourself' og 'Baby' eru løg, sum øll ið eru fødd um ár 2000 eru uppvaksin við.

Nú selur maðurin handan kanadisku popstjørnuna, Justin Bieber, síni tónleikarættindi fyri meira enn 200 milliónir dollarar – umleið 1,4 milliardir krónur.

Keyparin er, sambært miðlinum Variety, felagið Hipgnosis Songs Capital.

-    Ávirkanin hjá Justin Bieber á alheims tónleikamentanina gjøgnum tey seinastu 14 árini hevur veruliga verið merkisverd, sigur Merck Mercuriadis, sum er stovnari og stjóri í fyritøkuni.

Keypið umfevnur um rættindi til omanfyri 290 løg, sum eru útgivin til og við 31. Desember 2021.

Áður hava tónleikarar sum Justin Timberlake og Phil Collins selt síni rættindi til felagið.