Juni tann heitasti mánaðin, sum nakrantíð er mátaður globalt
Sambært veðurlagstænastuni hjá ES Copernicus var juni mánaði í ár tann heitasti, sum nakrantíð er mátaður í heiminum.
Rúni Korsgaard
8. juli 2024 kl. 23:30
Juni gjørdist sostatt hin trettandi mánaðin á rað, sum setti hitamet.
"Hetta er ikki einans eitt hagfrøðisligt frávik. Hetta strikar undir eina stóra og varðandi broyting í okkara veðurlagi", sigur Carlo Buontempo, stjóri á Copernicus, sambært Ritzau.
Granskararnir við Copernicus meta, at broytingin í veðurfyribrigdinum El Niño er ein atvold til tann økta hitan, tó hon ikki er tann einasta.
Carlo Buontempo sigur, at rákið við teimum mongu hitametunum kemst ikki undan, so leingi at mannaættin heldur á fram at brúka lívrunnin brennievni.