Julian Assange skal útleverast til USA

USA hevur í dag, fríggjadagin 10. desember, vunnið eitt rættarmál í kærudómstóli í London. Tað merkir, at stovnarin av WikiLeaks, Julian Assange, nú kann útleverast til USA

Sigurjón Einarsson
10. desember 2021 kl. 14:50

USA hevur leingi viljað fingið fatur á Julian Assange, eftir at hann almannakunngjørdi fleiri loynilig skjøl hjá amerikanska herinum í 2010 á WikiLeaks-heimasíðuni.

WikiLeaks varð sett á stovn í desember í 2006, har varskógvarar eitt nú kunnu varskógva um óreglusemi og korrupsjón.

Og nú er líkt til, at USA fær fatur á stovnaranum av WikiLeaks, tí USA hevur í dag vunnið eitt rættarmál í kærudómstóli í London, sum hevur við sær, at Julian Assange nú kann útleverast til USA.

Tað skrivar Reuters.

Í USA er hann ákærdur fyri fleiri brot á njósnaralóggávuna og fyri at hava hakkað teldur hjá amerikansku stjórnini. Hann kann fáa eina langa fongsulsrevsing, verður hann dømdur fyri ákærurnar.

Ein dómstólur í London forðaði annars í januar fyri, at Assange varð útleveraður til USA. Hetta hendi við teirri grundgeving, at hann í harðrendum umstøðum í fongslinum í USA kundi vera í vanda fyri at gera av við seg sjálvan.

Men løgfrøðingar hjá amerikansku stjórnini mettu ikki, at dómarin hevði lagt nóg stóra vekt á aðrar vitnisútsagnir um heilsustøðuna hjá Assange.

USA hevur 18 ákærur móti Assange, ið kann geva honum eina langa fongsulsrevsing, verður hann dømdur í amerikansku rættarskipanini. Hetta, tí Assange í 2010 almannakunngjørdi fleiri loynilig skjøl um krígsførslu hjá USA í Irak og Afganistan.

Julian Assange søkti í 2013 um friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London. Tann 11. apríl 2019 varð hann handtikin við makt av bretsku løgregluni í sendistovuni, og hevur sitið í varðhaldi síðan tá.