WikiLeaks hevur gjøgnum árini útgivið ymsar loynidómar. Í 2010 fingu tey hendur á, og góvu út, hundraðtúsundtals loynilig skjøl hjá hervaldinum í USA viðvíkjandi kríggi teirra í Afghanistan og Irak.
Skjølini vórðu givin til WikiLeaks av Chelsea Manning, sum arbeiddi í amerikonsku fregnartænastuni. Hon bleiv dømd fyri njósning, men leyslatin áðrenn tíð eftir ordrum frá táverandi forsetanum Barack Obama.
Tað eydnaðist tá Julian Assange at sleppa undan, millum annað við at søkja friðskjól hjá sendistovu Ecuador í Svøriki, men bleiv at enda tikin og varðhaldsfongslaður í Onglandi.
Játtar seg sekan
Nú er Julian Assange á veg til amerikonsku oynna Saipan, har hann væntast at játta seg sekan sum ákærdan fyri njósning. Hetta er eftir avtalu við ákæruvaldið, har hann væntast at fáa ein fongulsdóm svarandi til hvat hann longu hevur sitið í Onglandi - altso verður Assange ein fríur maður aftaná dómin, og fer so heim til Avstralia, skrivar WikiLeaks á X (fyrrverandi Twitter).
Kann fáa negativar avleiðingar
Hóast WikiLeaks almannakunngjørdi loynilig skjøl, vóru tað ikki tey sum stjólu tey. Tað eru onnur, sum fingu fatur á tilfarinum og sendu tað til WikiLeaks. Á tann hátt hevur WikiLeaks prinsipielt ikki uppført seg nógv øðrvísi enn miðlar gera í heilum.
Við at amerikanska ákæruvaldið eydnast at fáa Julian Assange dómdan til njósning, hóast hann verður leyslatin aftaná, kann hetta gerast ein hóttan móti miðlafrælsi. Tað forklárar Reuters. Tað setir fordømi fyri, at aðrir miðlar kunnu á sama hátt ákærast fyri at almannakunngera loyniligt tilfar.