Julia Naomi spælir fyri 25. ferð á landsliðnum

Nations League kvinnur: Frammanundan hava tíggju spælarar hildið silvurbrúdleyp saman við landsliðnum

Jóannes Hansen
31. oktober 2023 kl. 09:10

Klokkan 18 í kvøld verður landsdystur á Tórsvølli. Talan er um Nations League kappingina hjá kvinnum, og tað er Kýpros, sum er gestur hjá føroyska liðnum.

Hetta er fjórði dystur í hesi kappingini, og higartil hava Føroyar tapt allar dystirnar við einum máli – 1-0 á heimavølli ímóti Montenegro og 1-0 á útivølli ímóti Kýpros og fríggjadagin endaði tað við 2-1 tapi ímóti Aserbadjan í Klaksvík.

Í kvøld fer Julian Naomi Mortensen, vongverjin í høgru, at umboða Føroyar fyri 25. ferð. Sambært faroesoccer.com var hon fyrstu ferð á landsliðnum 7. apríl í 2019, tá ið vinadystur á útivølli ímóti Litava endaði 2-2.

23 ára gamla Julia Naomi Mortensen hevur spælt við HB, men nú spælir hon við danska AaB.

Julia Naomi er 11. spælarin, sum røkkur 25 landsdystum. Dystarmetið eigur Heidi Sevdal, sum í kvøld fer at umboða føðilandið fyri 78. ferð. Tveir teir næstu spælararnir, sum fara at røkka 25 landsdystum, eru Birita Ryan og Jensa Tórolvadóttir. Tær fara í kvøld at spæla fyri 24. ferð á landsliðnum.  

Heidi Sevdal

77

Olga Kristina Hansen

68

Rannvá B. Andreasen

56

Ansy Sevdal Jakobsen

45

Ásla Johannesen

44

Eyðvør Klakstein

42

Malena Josephsen

41

Randi Wardum

38

Lív Poulsen

31

Fríðrún Olsen

31

kelda: faroesoccer.com