Liverpool venjarin viðgekk í tíðindafundinum undan kvøldsins dysti í móti Wolverhampton, at Liverpool til tíðir hevur avrikað illa í ár. Undir afturlatna partinum av tíðindafundinum gjørdi hann tó greitt, at hann ynskir at verða verandi í Liverpool, og fáa liðið aftur til toppin av enskum fótbólti.
- So leingi ongin gevur mær onnur boð, fari eg ikki frá sum Liverpool venjari. Fyrr ella seinni skulu broytingar til. Tað skal eg meta um, men tað hoyrir framtíðini til, til dømis í summar. Ikki nú, segði Klopp tá hann bleiv spurdur um hvørjar broytingar Liðið treingir til.
Klopp varð eisini spurdur um hann er ov trúfastur í móti sínum leikarum í sínum venjarayrki.
- Hatta havi eg ikki hoyrt áður, men tað eri eg ikki, segði ein avgjørdur Klopp.
- Eg eri trúfastur. Tað haldi eg øll eiga at vera. Men eg eri ikki ov trúfastur.
Fýra leikarar í liðnum hjá Klopp eru uttan sáttmála við kappingarenda. Teir eru James Milner, Naby Keita, Roberto Firmino og Alex Oxlade-Chamberlain.