Journalistur í Luksemborg: - Vit væntað enn ein sigur ímóti Føroyum

- Ímóti tykkum spældu vit nógvar langar bóltar afturum verjuna og fram til áleypararnar. Hetta er heilt óvanligt hjá okkum. Vanliga spæla vit við stuttum og skjótum avleveringum, óansað um vit eru undir trýst í verjuni ella ikki, sigur Tom Vergez, sum er journalistur fyri tíðindablaðið, L’essentiel, í Luksemborg. Sambært honum varð farið til at spæla meiri beinleiðis álopsspæl, av tí at føroysku verjuleikararnir góvu ov nógv rásarúm til áleypararnar hjá Luksemborg

Løtan beint aftaná, at Luksemborg legði seg á odda á Tórsvølli. (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo).
Kristian Waag Dam, Luksemborg
14. juni 2022 kl. 10:50

Dimmalætting er við á landsliðsferðini í Luksemborg, har Føroyar fyri aðru ferð innan eina viku skal spæla ímóti Luksemborg. Seinast liðini brustu saman var á Tórsvølli. Talan var um ein dyst, har einstakar støður avgjørdu dystin; tvey reyð kort og eitt brotsspark. Dysturin endaði 1-0 til Luksemborg. Men sjálvt um Luksemborg bert vann við einum málið, hóast teir vóru tveir mans meir á vøllinum, so vænta luksemborgarar enn ein sigur í dag.

- Vit væntað enn ein sigur ímóti Føroyum, hóast tapið fyri Turkalandi. Landsliðið vil vinna fyri at tryggja sær seinna plássið, men har er einki trýst á leikarunum. Við tveimum sigrum er tað longu ein góð kapping, soleiðis sigur sigur Tom Vergez, sum er journalistur fyri tíðindablaðið, L’essentiel, í Luksemborg.

Stór framstig og ein vaksandi áhugi fyri landsliðnum
Luksemborgski journalisturin greiður frá, at seinastu árini hevur landsliðið hjá Luksemborg tikið seg ómetaliga nógv fram, so mikið nógv at væntanirnar til landsliðið ikki hava fylgt við.

- Vit eru als ikki von við hetta. Tað hava verði so nógv vánalig úrslit ígjøgnum árini. Bara fyri tíggju, fimtan árum síðan vóru vit millum tey vánaligastu landsliðini í heiminum. Av tí sama er lítið trýst á leikarunum, sigur Tom Vergez í samrøðu við Dimmalætting í Luksemborg. Hann greiðir nærri frá, at úrslitini á vøllinum hava borið størri áhuga fyri ítróttargreinini við sær.

- Úrslitini og nýggja stadioni hava verið við til, at økja áhugan fyri fótbólti og landsliðnum. Fyri nøkrum árum síðan høvdu einans eini 1.000 fólk møtt upp til ein slíkan dyst, men nú liggur tað um 4.000 og 5.000 fólk, sigur Tom Vergez væl nøgdur á málinum.

Nýggi leikvøllurin hjá Luksemborg, Stade de Luxembourg, varð tikin í nýtslu í 2021. Stade de Luxembourg tekur ímóti upp til áleið 9.300 áskoðarum. Til dystin í kvøld verður væntað, at millum 3.000 og 4.000 áskoðarar at vera á stadion.

Góðu úrslitini á vøllinum, hava gjørt tað, at leikararnir tora at seta sær stór mál. Sambært Tom Vergez, so hava fleiri leikarar alment sagt, at málið er vinna sær atgongd til eina av teimum stóru kappingunum. Tó er fyrsta málið at flyta seg úr núverandi bólki C í Nations League til bólk B, har tey sterkaru landsliðini hoyra heima.

Føroyskir veikleikar góvu øðrvísi møguleikar til Luksemborg
Tað vera væntandi nakrar broytingar í byrjanaruppstillingini hjá Luksemborg. Í undanfarnu dystinum hava fáar broytingar verið at sæð í byrjanaruppstillingini hjá Luksemborg. Í so máta hava føroyingar gjørt meira av útskiftingum enn Luksemborg. Hóast nakrar broytingar kunnu vera á luksemborgska liðnum í kvøld, so væntar Tom Vergez, at dysturin fer at minna um tann fyrra, har serliga tilgongdin í álopinum tók fleiri luksemborgarar av bóli.

- Ímóti tykkum spældu vit nógvar langar bóltar afturum verjuna og fram til áleypararnar. Hetta er heilt óvanligt hjá okkum. Vanliga spæla vit við stuttum og skjótum avleveringum, óansæð um vit eru undir trýst í verjuni ella ikki. Sambært Tom Vergez varð farið til at spæla meira beinleiðis fótbólt, av tí at føroysku verjuleikararnir góvu nógv rásarúm til leikararnar hjá Luksemborg.

Seinasti spurningurin til Tom Vergez var, hvat hann væntaði at úrslitið aftaná dystin fór at vera.

- Eg vænti ein tryggan sigur, hvussu nógv veit eg ikki, men Luksemborg eigur at vinna.

Dysturin millum Føroyar og Luksemborg á Stade de Luxembourg verður bríkslaður ígongd klokkan 19:45 í kvøld.