Jose Mourinho skal arbeiða fyri Vladimir Putin
Portugisiski venjarin hevur fingið starv frá russiska forsetanum.
Jákup Højgaard
7. mars 2018 kl. 22:45
Tá HM endaspælið skal spælast í summar, verður José Mourinho at síggja í russiskum sjónvarpi. Mourinho skal nevnliga vera serfrøðingur í studionum hjá Russia Today, ið er fíggjað av russiska stýrinum.
Mourinho, ið dagliga er venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United, var nógv umstríddur, nú tær ymsu sjónvarpstøðirnar leita eftir serfrøðingum at viðmerkja HM endaspælið í Russlandi.
Bæði BBC og ITV lógu framvið, men tá alt kom til alt, vísti tað seg at Russia Today, ið er ein enskt talandi sjónvarprás í Russlandi, tryggjaði sær vitanina hjá José Mourinho.
José Mourinho fer at fáa umleið 14 milliónur danskar krónur frá Russia Today.
Kelda: tv3sport.dk