Almennar byggigølur eru nærum vorðnar gerandiskostur í Føroyum seinastu nógvu árini, og tær gerast alsamt dýrari. Til dømis kosta eykarokningar fyri Glasir og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum landskassanum hundraðtals milliónir krónur.
Men tað ber til at tryggja seg betur, so tað slepst undan ovurhonds eykajáttanum í tíð og ótíð. Í øllum førum í ein ávísan mun.
Og tað verður eisini gjørt nú og frameftir, vissar Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, um.
Men, sum hann sigur, tað ber til at tryggja seg ímóti feilum, men ikki ímóti býttleika. Og tað er á hesi býttleikans kontu, at nógvir pengar eru mistir, vísir hann á.
Ein trygging røkkur tó langt.
Onkrar eykarokningar fyri allar byggigølurnar í sambandi við byggingina av Glasi kundu verið munandi minni, um krøvini til tryggingarnar hjá veitarunum høvdu staðið mát við váðan í byggingini
Gølutrygging
Í seinastu Dimmalætting varð avdúkað, at ein konstruksjónsfeilur í havnarútbyggingini í Havn helst fer at kosta út við 100 milliónir krónur eyka. Men lítil vandi tykist vera fyri, at rokningin endar hjá skattaborgarunum, tí entreprisutryggingin helst fevnir um allan feilin.
Konstruksjónsfeilurin kann eisini skyldast, at botnviðurskiftini ikki vóru nóg væl lýst, tá verkætlanin varð prosjekterað, tí neyvar botnkanningar vóru spardar burtur.
Málið er ikki avgjørt enn, men í øllum førum dugdi Jónsvein Lamhauge, havnameistari, í seinastu Dimmalætting ikki at ímynda sær, at tryggingingin ikki skuldi fevna um konstruksjónsfeilin.
Í entreprisutryggingini hjá Tórshavnar Havn er nevniliga ein grein – grein 8 um ”mangelfuldt udført arbejde” – sum hóskandi kann kallast ein byggigølu-paragraff. Hon er soljóðandi:
”Uanset forsikringsbetingelsernes ordlyd gælder, at disse i forsikringstiden og i afhjælpningsperioden dækker tab af eller skade på forsikrede genstande opstået som følge af mangelfuld udført arbejde, mangelfulde materialer, mangelfuld projektering, beregning eller konstruktion.”
Tryggja ov lágt
Jørgen Niclasen kennir ikki neyvt tryggingarsiðvenju í kommunalum byggiverkætlanum, men hann sigur, at tryggingarkrøv sjálvandi eisini eru í landsalmennum byggiverkætlanum – allir partar í einari byggiverkætlan skulu vera tryggjaðir ímóti ótilætlaðum støðum. Tað er galdandi fyri byggiharra, ráðgevarar og byggifyritøkurnar.
Trupulleikin er bara, sigur fíggjarmálaráðharrin, at upphæddin, sum tryggjað er fyri, ofta hevur verið sett alt ov lágt.
Hann nevnir gitna roknifeilin á Glasi sum dømi – ein roknifeilur hjá einum undirveitara, sum elvdi til ein dýran konstruksjónsfeil.
– Landsverk fór eftir ráðgevarafyritøkuni, sum hevði eina trygging ímóti, at hon gjørdi okkurt skeivt – at gera ein feil er ikki altíð orsakað av býttleika, ta støðu kunnu øll koma í. Men tryggjað var bara fyri 10 milliónir krónur, sum landið so fekk, og veruligi kostnaðurin var fleiri ferðir tað, sigur Jørgen Niclasen.
Óheimilað nýtsla
Í byggingini av bæði Glasi og H-bygninginum skyldast ein stórur partur av meirkostnaðinum tó óheimilaða nýtslu av pengum.
Viðvíkjandi Glasi metti táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum Heðin Mortensen, eftir at ein advokatur hevði kannað málið tíðliga í summar, at óskilið var av so grovum slag, at hann bað fútan kanna, um grundarlag var fyri at reisa ákæru ímóti ábyrgdarpersónum á Landsverki. Ongin avgerð er tikin um tað enn.
Og slíkar støður eru ikki lættar at fáa við í eitt tryggingarskjal, staðfestir Jørgen Niclasen.
– Í Glasir-málinum er millum annað biðið um ymiskt, uttan at játtan var til tað, og játtan er brúkt til annað enn tað, sum hon var ætlað til. Har kunnu vit bara siga, at tú kanst tryggja teg ímóti feilum, men ikki ímóti býttleika og tilvitaðum gerðum, sum ganga beint ímóti tí, sum er samtykt, og sum pengar eru játtaðir til, sigur hann.
Lært av gølum
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at serliga tær báðar stóru byggigølurnar, Glasir og H-bygningurin, hava havt við sær, at krøvini til tryggingarnar hjá veitarunum í sambandi við byggiverkætlanir nú eru herd.
– Landsverk hevur lært av Glasir og H-bygninginum. Tá tað nú verður bygt, skal Landsverk tryggja sær, at tryggingarnar hjá veitarunum standa mát við váðan. Soleiðis, at um okkurt hendir, so skal tryggingin vera upp á eina upphædd, sum fevnir um allan eykakostnaðin. Tað hava tryggingarnar ikki gjørt í sambandi við Glasir og H-bygningin, sigur Jørgen Niclasen, sum í nýggja landsstýrinum eisini varðar av Landsverki.
Sum dømi um, hvussu tað nú verður gjørt, nevnir hann Hvalbiartunnilin, sum sambært verkætlanini kostar 272 milliónir krónur.
– Har hevur entreprenørurin sjálvandi tryggjað seg, og landið hevur tryggjað tunnilin. Alt er tryggjað fyri fulla upphædd, og tað merkir, at um tunnilin í ringasta føri skuldi skrambla saman, so høvdu vit bara kunnað borað og sprongt eitt nýtt hol ígjøgnum við síðuna av uttan nakran eykakostnað. Her er bundið um heilan fingur, og tryggjað er ímóti snøgt sagt øllum, sigur Jørgen Niclasen.